![Politi usa](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/politi_usa.jpg)
![Politi usa](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/politi_usa.jpg)
Minst fýra fólk lótu lív í einum skottilburði í statinum Georgia í USA í gjár. Hendingin fór fram nakað sunnan fyri høvuðsstaðin, Atlanta.
Higartil í ár hava yvir 140 fólk mist lívið í líknandi hendingum, sigur felagsskapurin Gun Violence Archive.
Tað er tað mesta síðani 2006.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo