![Hawaii eldar](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/d/csm_hawaii_eldar_54eac6fb5b.jpg)
![Hawaii eldar](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/d/csm_hawaii_eldar_54eac6fb5b.jpg)
Nú frættist, at minst 80 fólk hava latið lív av skógar- og natúrueldum í Hawaii. Eldarnir eru á næststørstu oynni, Maui.
Í gjár varð sagt, at 67 fólk høvdu latið lív, men hetta talið er síðani vaksið, og myndugleikarnir siga, at fult tamarhald er ikki á støðuni, og tí er ikki vist, at ikki enn fleiri fólk hava latið lív, tá av tornar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo