Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað eru løtur á lívsleiðini, tá markið millum lív og deyða stendur greitt og skarpt fyri tær. Tú hevur ongan møguleika at toga hann heimaftur, sum hevur fingið boð um at stíga um deyðans gátt. Tú ert her, og hann noyðist at fara.

Soleiðis var hósdagin 18. juni 2020 á Bispebjerg Hospital, har mín góði vinur og starvsfelagi ígjøgnum trý áratíggju, Per Højgaard, lá og stríddist á sjúkralegu. Vit, sum sótu hjá honum seinastu løturnar í lívi hansara, upplivdu henda morgunin eisini fagrasta sólskinsveður við fuglasangi í vøkru blómu- og grasagørðunum kring gamla og hugnaliga sjúkrahúsið á Bispebjerg.

Sólin, sum Per elskaði, boðaði saman við fuglasanginum okkum enn ein nýggjan dag í danska høvuðsstaðnum, har Per búði og starvaðist í fleiri umførum í nógv ár. Hann varðveitti samstundis tilknýtið til Føroyar, her hann hevði sína kæru mammu Nicolinu og familjuna, pápa sín Eli og familjuna, og her arbeiðsuppgávur eisini lógu.

---

Kvøldið fyri, tá sólin so bjørt og líðandi setti yvir Bispebjerg, meðan vit koyrdu út at vera hjá tær – Per, rann fram fyri meg, at skjótt ert tú hjá sólini, stjørnunum og Gudi, sum tú altíð setti títt álit á.

Tað er so ómetaliga undarligt at sita og skriva minningarorð um teg mín góða vin og starvsfelaga, sum eg havi skrivað so nógv annað saman við – t.d. undir lestrinum á Danmarks Journalisthøjskole, í okkara størvum sum journalistar í útvarpi og sjónvarpi, á Christiansborg, í ráðgevarauppgávum, á skeiðum o.s.fr.  

Tað er heilt ófatiligt, at tú og títt skarpa vit, at tú og títt skemtingarsama lyndi, at tú og tín klókskapur og alt hitt, sum eg kundi nevnt, brádliga varð tikið frá okkum. Tó at bæði tú og øll rundan um teg vistu, hvønn veg tað bar, so eru vit ongantíð til fulnar fyrireikað til deyðan. Vit stóðu eftir, og tú noyddist at fara.

Tá tú fekst staðfest herviliga sjúku eitt gott ár frammanundan, at tú noyddist at geva skarvin yvir, avgjørdi tú so manniliga at berjast ímóti. Vit fóru til Como-sjógvin í Italia – tú og tín elskaða Maikin saman við mær og Hansinu. Tú vildi ikki, at hesin túrurin, sum var settur út í kortið, áðrenn tú fekst staðfest sjúkuna, skuldi fara í vaskið. Løturnar í Italia goyma vit innast í hjartanum.

Eftir Italia settu vit báðir kós ímóti Beijing at fáa tær heilsubót. Vit fóru avstað saman við pápa tínum, Eli, sum vildi ganga ígjøgnum eld og vatn fyri at fáa sonin frískan. Kina-túrurin hjálpti tær væl. Vit vitjaðu kinesiska múrin, har tú ranst fremstur niðan eftir bratta múrinum í 35 hitastigum fullur av vón um, at hóast lemjandi sjúku, so var kanska ein framtíð at hóma. Vit vitjaðu eisini Himmalska Friðartorgið júst 30 ár eftir, at kinesiski herurin í 1989 drap túsundtals ung mótmælisfólk á hesum søguliga plássi.

Vit runnu í Beijing, eins og vit runnu í New York fimm ár eftir yvirgangsatsóknirnar í hesum stóra og bergtakandi býi, har vit báðir vóru á spennandi ferð fyri 15 árum síðani.

---

Per og eg komu at kennast longu í Hoydølum í 1987, tá hann byrjaði í student, og eg á HF. Minnist henda unga, nærlagda og gløgga mannin. Minnist eitt nú, at hann var orðstýrari í einum pallborðskjaki, ið hansara flokkur skipaði fyri á eini evnisviku, sum vit høvdu í Hoydølum.

Longu tá var greitt, at hugurin hjá Per stóð til fjølmiðlarnar, eins og hugur mín eisini leitaði tann vegin. Minnist eisini, at tá Per eitt skifti var vertur í Degi og Viku, vóru nógv, sum høvdu á orði, hvussu væl hesin dámligi og peni ungi maðurin dugdi.

Vit upplivdu broytingartíðina – frá at klippa bond og senda innsløg av Christiansborg ígjøgnum telefonina til útvarpið til eina nýggja elektroniska tíð – har vit fóru at gera talgild útvarpsinnsløg, sum vóru send beinleiðis úr telduni út til lurtararnar í Føroyum. Okkum dámdi at royna nýggjar og spennandi avbjóðingar, og Per var altíð so framúr kringur til tann tøkniliga partin eisini. Hann brendi fyri tí, hann tókst við.

Per var so sera góður at arbeiða saman við. Hann var gløggur og kvikur, og hann hevði altíð áræði at fara í holt við uppgávurnar. Betri starvsfelaga kanst tú ikki ynskja tær. Grundvøllurin undir okkara samstarvi var dygga vinalagið, vit høvdu bygt upp heilt frá ungum árum. Tað er ikki altíð, at tú fært bæði holla starvsfelagan og besta vinin í sama persóni, men so heppin var eg.

Per var professionellur, viljasterkur og kundi tykjast sum ein harður journalistur og ráðgevi, men tað var tann professionella síðan. Hann var eisini ein bleytur og stillførur familjumaður, sum elskaði konu sína, Maikin, og síni fýra børn Ingrid, Artur, Barbu og Hákun yvir alt. Hann var errin av konu og børnum, og Maikin og hann skaptu sær eitt trygt og fjálgt heim á Christianshavn.

Tey staðfestu sín kærleika og sítt sterka vinalag í hjúnabandinum, og tú kanst veruliga siga, at Maikin hevur staðið undir liðini á manni sínum í mótgongd og viðgongd. Hetta hevur verið ein hørð tíð, sum hon hevur handfarið so sera væl, fyri at bæði Per og børnini skuldu fáa tað besta burtur úr hesi vanlagnu, sum herviliga sjúkan kastaði inn í lítla og trygga heimið á Christianshavn.

Eftir einum ári læsti sjúkan Per meira og meira inni í sær sjálvum, samstundis sum førleikarnir so líðandi vóru tiknir frá honum. Funktiónirnar vóru sløktar ein fyri og onnur eftir, men alla tíðina var hann har innanfyri. Tað sóu vit í eygunum á honum, og viljastyrkina misti hann ongantíð.

Eisini hansara síðstu løtur sóu vit Per og hansara persónligheit aftan fyri sjúkuna. Hann var glaður at síggja okkum og øll síni kæru á sjúkrahúsinum. Hann hálsfevndi okkum øll, og hóast sjúkan ávirkaði minnið og fatanarligu evnini, visti hann væl, at nú gekk veruliga ímóti endanum.  

---

Góði Per – saknurin er ræðuliga stórur bæði hjá mær og familjuni, tí tú hevur altíð verið ein stórur og góður partur av okkara húsarhaldi. Vit hava øll mist ein kæran vin, og eg havi mist eitt vinalag, sum gongur meira enn 30 ár aftur í tíðina. Øll tíni kæru hava mist ein pápa, ein mann, ein son og ein so hjálpsaman og stuðlandi beiggja.

Eg veit, at tú hugsaði nógv um, at tú ikki slapst at fylgjast við konu og børnum víðari ígjøgnum lívið. Tó at lagnan var so hørð og eirindaleys, so fegnast vit í dag um, at vit fingu loyvi at siga tær farvæl í eitt longri tíðarskeið, har vit hóast sjúkuna eisini høvdu góðar løtur.

Sjálvt um tíni framúrskarandi evni at samskifta við orðum vóru farin at bila, so fanst tú nýggjar hættir at siga tað, ið lá tær á hjarta, við sangum, sum tú spældi í telefonini. Meðan vit fingu okkum eitt gott glas av víni ella bæði tvey saman við tær og Maikin og Eagles, sum vóru so høgt í metum hjá tær, so læt tú Cat Stevens sleppa inn ímillum við sanginum “Father and Son” at syngja “I have to go”. Scorpions sungu “Still Loving You”, Phil Collins sang um “Separate Lives” og saman við Terry Jacks segði tú “good by my friend it is hard to die, when all the birds are singing in the sky”. Og ikki minst staðfesti tú við Queen, at “The Show Must Go On”. Tú vart ein meistari í samskifti líka til tað síðsta.

Vit báðir søktu hjálp og stuðul hjá hvørjum øðrum, tá ið annar fekk onkran lívsins brotasjógv, og hetta sterka vinalagið hava vit bara altíð havt. Tann, sum livir nóg leingi, fær at merkja, at sorgin er kærleikans prísur, men samstundis eru minnini ein skjalfesting av tí, sum var, og eg vóni av øllum mínum hjarta, at góðu minnini fara at hjálpa tær Maikin og børnunum á leiðini víðari ígjøgnum lívið.

Góði Per – eitt ár er liðið, síðani vit fóru úr Vesturkirkjuni við tær suður til Fámjins, har tú vildi jarðast. Har hevði tú so mong, rík barndómsminni hjá Lis-mostrini og Jaspur-gubbanum og teirra húski, sum tú altíð tosaði so hjartaliga um. Hetta var bæði ein gráur og lýggjur dagur í vakra umhvørvinum í Fámjin, men skýggini lótu seg upp fyri himmalinum eina løtu fyri at sleppa nøkrum sólargeislum framat, sum vart tú veittraður upp til hin altvaldandi.

Hvíli tú í friði kæri vinur.

Kári

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo