Tá ið Pól Nikláji ringdi sunnudagin, steðgaði heimurin upp. Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, so eg fór út at ganga. Seinni um dagin ringdi Pól aftur, at nú høvdu tey funnið teg, á sjónum. Eg var tíbetur saman við góðum fólki tá, men kláraði ikki at halda mær, brast út úr. Eg skilji ikki heilt hvat og hvussu.
Fari helst ongantíð at skilja tað heilt.
Eg kom at kenna teg tá ið eg fór á student í 1992. Vit gingu teir fyrstu dagarnar ikki í flokki saman, eg var málslingur í nakrar dagar. Men so uppdagaði eg at eg vildi heldur verða matematikari, og slapp at velja hvønn flokk eg skuldi ganga í. Eg hugdi at nøkrum navnalistum, og sá at í Z flokkinum vóru onkrir Vestmenningar, tí valdi eg Z.
Komin innum um flokshurðina, stóð lærarin púra spyrjandi. Á aftast bonki rópti ein: “kom og sett teg her, her er pláss!”
Tað var tú Eivind.
Hetta er fyrsta minnið eg havi um teg. Skjótt vísti tað seg at vit høvdu nógv til felags, og vit blivu vinir. Árini í Hoydølum vóru góð, stuttlig, strævin og hendinagrík. Vit komu at ganga á biologisku linju saman, eins og fleiri onnur í flokkinum. Tú vart ágrýtin, arbeiðssamur, men tær dámdi eisini væl alt tað stuttliga sum hoyrdi til studentalívið. Samanhaldið í flokkinum var gott, og í frítíðini fóru vit fleiri útferðir.
Fyrstu ferð eg var í Mykinesi var saman við tær og Gunnar og fleiri øðrum.
Somuleiðis fyrstu ferð eg varð í Fugli. Vit vildu uppliva okkurt og síggja heimin. Eftir at vit fingu húgvuna á høvdið, fóru vit at fjakka. Fleiri í flokkinum vóru farin at fjakka fyrr um summarið, og eg og tú fóru 19. september 1995 umborð á Smyrli á okkara ferð, sum byrjaði við at sigla til Aberdeen. Vit høvdu avgjørt at ferðast við toki ígjøgnum Europa, hvat síðani skuldi henda lá í tí óvissa, men vit vildu til India.
Vit royndu at fáa hini í flokkinum aftur, vit høvdu avtalað at hittast uttan fyri Kirkjuna í Milano kl 1500 ein ásettan dato við onkrum av hinum í flokkinum. Hetta var áðrenn fartelefonir. Vit fara so til kirkjuna til ásetta tíð, og síggja ongan, sita so har eina løtu, og bera so kenslu á tríggjar fjakkarar sum sita heldur móðir við eitt springvatn. Hetta vóru Pól Nikláji, Gunnar og Tróndur. Síðani fylgjast vit fimm til Venezia, har vit høvdu manga skemtistund, ikki minst “Bad boys of Venice”.
Vit tríggjir Gunnar, tú og eg fylgdust síðani til Grikkalands, har ið tú og eg sigldu yvur til Ísraels. Har steðgaðu vit í 6 vikur, arbeiddu, livdu og møttu fólki. Millum øðrum møttu vit B, sum vit enn hava hildið samband við. Hetta vart tú so óluksáliga góður til, at halda samband. Eftir at eg ikki hevði haft samband við B í nógv ár, so kom samband aftur okkara millum, tí tú hevði haft samband við hann!
Í Ísrael steðgaðu vit í 6 vikur, upplivdu mangt og hvat, m.a. at forseti landsins, Ytzak Rabin, bleiv skotin. Vit vóru á staðnum ein hálvan tíma áðrenn tað hendi, men hildu at hendan friðargongan varð nakað keðilig, so vit funnu eitt annað ball, og frættu síðani hvat var hent.
Síðani gekk leiðin til Egyptalands, men tú vildi líka til Jordan at síggja býin Petra áðrenn. Eg hevði ikki hug til tað, so fórt tú bara sjálvur! Soleiðis vart tú, um tú hevði sett tær eitt mál, so gjørdi tú tað! Tú sást Petra og vit funnust aftur í Sinai oyðimørkini, í býnum Dahab. Har vóru eisini B og Stein og Peter.
Eftir eina viku í Dahab fóru vit til Cairo, at síggja pyramidurnar. Tá vit høvdu sæð tær, flugu vit til India, har vit steðgaðu í tríggjar mánaðir. Ein ógloymandi tíð. Vit ferðast uppá bíligasta hátt sum oftast, við bussum, tokum, taksa bilum, aftur og fram og niður og upp ígjøgnum India. Vit sóu Taj Mahal, Dalai lama, vitjaðu tempul, kirkjur og møttu eina rúgvu av fólki. Tú hevði skipað fyri at vit skuldu búgva hjá fólki sum tú kendi, bæði í Ísrael og í India. Í Ísrael búðu vit eina tíð hjá Bjørtfríð og í India búðu vit hjá foreldrunum hjá Kalpanu. Hetta ordnaði tú alt. Jú jú, mamma kennur tey segði tú.
Kalpana ringdi til mín, eftir at boðini vóru komin um teg, vit snakkaðu longi, um hvat var hent og hvussu eitt fantastiskt menniskja tú vart. Eftir India fóru vit til Nepal, vitjaðu Khatmandu og gingu Pokhara Range, ein fantastiskur túrur. Gloymi ikki tá ið tú togaði meg upp kl. 0400 um morgunin, at ganga niðan á ein fjallatind, í myrkri og kulda at síggja sólarris!
Og tað gjørdu vit!
Síðani fóru vit aftur til India, sótu við áarbakkan á Ganges ánni í Varanasi, har vit sóu líkbrenning, keyptu silkiteppi, spældu sitar. Tá hevði eg brúkt allan mín pening og mátti fara heim. Vit høvdu fylgst í meira enn eitt hálvt ár, næstan hvønn dag. Tú helt áfram til Thailands og Kambodja, tú vart meira sparin enn eg og tú elskaði at ferðast.
Eftir okkara fjakkingartúr, minkaði sambandið so líðandi, men tú vart óførur at koma at vitja.
Hvørt summar tá ið eg búði í Vestmanna, plagdi tú at koma at vitja við vinfólki, eg silgdi tykkum undir bjørgini við Urðardrangi og ofta sótu vit heima hjá mammu og babba og hugdu út gjøgnum vindeyga og fingu okkum ein nátturðabita.
Tú vart nemmur at práta við, visti nógv og hevði eisini eina meining um nógv.
Tú fórt at lesa til lækna í Keypmannahavn, ímeðan eg las í Føroyum. Seinni fluttu eg og Ansa til Danmarkar at lesa, og tá sóust vit oftari. Vit hittust inni í býnum, gjørdu ymiskt saman, tú komst í føðingardag tá ið eg fylti tríati.
Tá vit vóru og ferðaðust niðri í summar, segði Bjarki við meg - Minnist tú babba, tá ið eg og tú og Eivind vóru uppi í toppinum av hasari kirkjuni? Tú vildi altíð meira, eitt sindur afturat.
Liðugur at lesa vart tú eitt skifti í Føroyum og arbeiddi sum lækni. Tú visti ikki heilt hvønn veg tú vildi fara, innan læknayrkið. Tú svam um sund og firðir og gekk á hægstu tindum í landinum, langt áðrenn tað var blivið moderna at ganga uppá fjallatoppar.
Ofta vart tú avloysari hjá Peturi á Sandoynni, sum kommunulækni, tú bjóðaði mær at koma at vitja, men eg kom ongantíð so langt. So fórt tú til Noregs at arbeiða, tú segði at tú vildi eisini koma í samband við familjuna har.
So hitti tú Majbritt, undir serligum umstøðum. Tit blivu par og fluttu saman.
Sambandi okkara millum var, sum vituligt er, tá ið man er upptikin av bæði hesum og hasum ikki so gott til tíðir. Tó vart tú altíð raskur at vitja tá ið tú vart heima. Tit blivu foreldur at Elibert fyri trimum árum síðani, og eg haldi at tað fall ein annar friður yvur teg tá. Eg varð so glaður og errin tá ið tú baðst meg verða gubbi at Emmu, takk fyri tað. Tú ljóðaði so spentur at koma heim at halda frí í 4 vikur. Tú hevði arbeitt so nógv í síðstani, nú vildi tú sleppa heim at slappa av.
Tað varð ein so vakur og hugnaligur dagur tá ið barnadópurin var. Vit stóðu uttanfyri í sólskininum á Hellunum og alt var sum fyrr; søgur og skemtan. Eg og tú og Heini stóðu har og prátaðu um leyst og fast. Tú fortaldi ymsar søgur um Oyndarfjørð, sum var blivin ein partur av tær nú, og tú visti nógv!
Hetta var síðstu fer eg sá teg.
Akkurát sum fyrr, sum um at onki var hent í midlartíð.
Sunnudagin eftir, fekk eg boðini frá Pól. Øll vikan fór sum í dreymi. Eg visti ikki hvat eg skuldi gera, ella hvar eg skuldi vera. Tá ið Maibritt bað meg bera kistuna, bleiv eg takksamur. Eg og Pól fóru til havnar saman og sluppu at síggja teg eina síðstu ferð. Vit bóru teg inn í kirkjuna, og har var ein kórseting.
Eg fekk heilsa uppá øll tykkum sum eftir sita, orð eru so fátøk í slíkum støðum.
At tú hevði eitt stórt og gott hjarta tað havi eg altíð vita. Men eisini gott at fáa tað at vita at tú hevði ein viðføddan hjartafeil, sum kundi steðga nær sum helst, og tað varð tað sum hendi. Tá gevur alt eitt sindur meira meining.
Tú upplivdi nógv á tíni leið og vart ein fyrimynd á so nógvar mátar, fyri so nógv. Jarðarferðin var vøkur og rørandi, B og Árni fylgdu við yvur netið.
Eg eri glaður um at hava kent teg vinurin og fari aldrin at gloyma teg.
Góðu tit, Maibritt, Elibert og Emma. Emma og Bo - Maja og Høgni. Tað er við djúpastu samkenslu at eg skrivi hesi orð, og vil eg hervið varðveita minnið um Eivind, sum tað lívstykkið hann var.
Fróði
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo