Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mynd: Arni á fundi í Reiðarafelagnum

Mynd: Arni á fundi í Reiðarafelagnum

Mynd: Arni á fundi í Reiðarafelagnum

Leygardagin, tá eg fylgdi góða vini mínum og starvsfelaga í nøkur ár Arna Poulsen til gravar, kom eg at hugsa um, tá eg á sumri 1952 var sloppin nakrar dagar í summarferiu hjá Jústinesi farbróður í Syðrugøtu.

Minnist at eg ein morgunin eftir at hava  sopið rómastamp fór út í tún at njóta góðveðrið. Komin út á trappuna síggi eg tvær konur,  sum standa og tosa saman, og tyktist tað at vera okkurt álvarsamt áfatt. Hoyri tá at onnur sigur: “Hevur tú sæð Dimmalætting í morgun, har tað stendur um eina vanlukku, sum er hend  suðuri í Porkeri, har ein bátur fullur av torvi er sokkin, og fleiri menn eru blivnir burtur”. Eg skilti, at onnur av konunum kendi teir, sum vóru við bátinum, so tær vóru sera harmar um hendan sorgarleik, og so í hesum dýrdarveðri sum lá yvir landi.

Mangan er síðani sagt frá hesum sorgarleiki, og eisini her á Portalinum, nú um dagarnar. Hetta er tað fyrsta eg minnist, sum hevur samband við Arna Poulsen og familju hansara. Sum eg skilji frásøgnir, so skuldi Arni havt verið við hendan feigdartúr, men pápin helt, at best var, at hann fór heim til mammuna, nú teir skuldu seinasta túrin út á Porkerisnes, tí tað var blivið seint. - Hetta varð seinastu ferð, Arni sá pápan. Ja, ikki kenna vit frammanundan tað, sum kemur á okkara lívsleið. Fá ár eftir hetta misti hann so eisini lítla beiggjan Bjarna. -

Árini hjá Arna runnu avstað, hann gekk í skúla í Vági og fekk seinni hægri útbúgving, giftist og fekk familju, hevði ymisk størv, og var mong ár virkisleiðari á Bacalao.

Tíðliga í 1980 árunum komu okkara vegir at krossast, og komst hetta av, at vit í Føroya Reiðarafelag søktu í bløðunum eftir einum manni til skrivstovustjóra, sum helst eisini kendi nakað til fiskivinnuna á sjógvi og landi. Tá umsóknirnar vórðu opnaðar, vísti tað seg, at Arni Poulsen hevði søkt.

Minnist, tá eg spurdi Torstein Vilhelm frá Vági, sum tá var næstformaður í Føroya Reiðarafelag, hvat hann helt um hesar umsóknirnar. Torstein kallaði meg tá altíð fyri Øssur, hann hyggur uppá meg og sigur: “Øssur, eitt kann eg siga tær, at í skúlanum í Vági vóru tveir Ug-næmingar, og teir vóru Arni Poulsen og Árni Olafsson”, so hann var ikki í iva um, at Arni var eitt gott val. Arni hevði framman undan arbeitt á Bacalao sum stjóri, og heima hevði hann hoyrt um fiskivinnu alt sítt lív, ikki minst um abban, sum kallaðist Dias á Heyggi og var kendur sum ein fiskiklógv, sum næstan ikki fann sín líka.

Í Reiðarafelagnum fingu vit skjótt at sanna, at her høvdu vit fingið rætta mannin! Tað var líka mikið, hvat tað var, sum skuldi avgreiðast, so bleiv tað gjørt her og nú.  Einki lá og sløddist ella var hálvgjørt, nei, Arni var ikki hálvur í sínum arbeiði. Til samráðingar heima sum uttanlands, hevði hann alt tøkt, sum nýtast skuldi, lógir, reglar, statistikkir osv., og sera vísur var hann í ráðum. Ja, tað var ein stórur tryggleiki at hava Arna við.

Altíð klárur, og sera lítillátin - hóast alla sína vitan. Arni royndist Føroya Reiðarafelag ein sannur Ug-maður.

Vit gjørdu mangan túrin uttanlands, til samráðingar og til at finna vinnumøguleikar fyri skipaflotan, í Argentina, í Ghana, í  USA og aðrastaðni, tí fiskivinnan í Føroyum tá hevði stórar trupulleikar at dragast við. 

Fjørðurin hjá Arna var rógvin, nú hann leygardagin var lagdur til hvíldar í kirkjugarðinum uppi í Hoyvíkshaganum. Øll vitan og lívsroyndir og tær sorgir, hann sum ungur drongur fekk at bera, eru løgd undir flag, og eru nú handan sýn, meðan andin hvílur í Guds nærveru til uppreisnardagin. Æra verði minnið um Arna Poulsen.

Góðu tit, sum syrgja, Sedea, Bjarni, Svend og Elin og øll tykkara. Somuleiðis systurin Ruth við familju í Fuglafirði, og beiggin Oddmar við familju, sum býr í Danmark, og sum í heyst misti konu sína av sjúku. Vit hava djúpa samkenslu í sorg tykkara.

Osmund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo