Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

26.11.76-14.08.22

Góða Anni
Tað kennist margháttligt at sita og royna at seta orð á, at tú ert tikin frá okkum. Tað er so stutt síðani, at eg sat og gjørdi talu, til brúdleypi hjá tær og Gunnleivi. 

Vit báðar hava fylgst gjøgnum alt lívið, komu næstan samstundis í henda heim, og vuksu upp saman. Gott nokk høvdu vit, sum systkinabørn, grannar og vinkonur bústað á hvør sínum matrikkli, men tað var bara á pappírunum. 

Vit høvdu ein góðan og tryggan barndóm, við foreldrum sum hvør í sær vóru faddrar hjá hinari.  Vit áttu felags langommur, felags Diommu og Faberabba, men vit vóru samdar um at tað loysti seg betur fyri okkum um vit eisini deildu Ninnommu, Martinabba, Beggommu og Binnabba, so soleiðis bleiv tað. 

Øll hesi vóru ein týðandi partur av okkara uppvøkstri og gerandisdegi og har hava vit deilt óteljandi og ógloymandi løtur.

Øll bygdin var okkara spælipláss, ofta saman við Tinu og Almu, og gingu vit inn í nærum hvørt hús í bygdini at vitja. Vit 4 hava hildi saman alt lívið, og hava raðfest at møtast hvørja ferð Tina hevur verið heima. Eg kann ikki minnast at vit nakrantíð hava verið óklárar.

Vit vinkonur droymdu ofta um framtíðina, og ein av tínum dreymun var eitt romantiskt brúdleyp. Eg fegnist um at tú og Gunnleiv endiliga fingu upp í lag at giftast í novembur. Tann dagurin var bara alt tú hevði droymt um, og tað sást eisini á tær. Tú vart so vøkur, glað og alt var perfekt. 

Vit báðar hava fylgst í nærum øllum, í fólkaskúlanum, blivu fermdar saman, vóru til okkara fyrstu jarðarferð saman og fingu Elin Mariu og Tórunn við stuttum millumrúmi. 

Hóast vit báðar fóru úr Kvívík eitt tíðarskeið, so var eingin ivi um at vit fóru at leita okkum aftur til kulluna og familjuna. Familjan hevur altíð havt stóran týdning í tínum lívið, ikki bara títt egna húski, men øll rundanum. Tú raðfesti at møta til sosial tiltøk s.s. føðingardagar, merkisdagar og at vitja tey nærmastu.

Vit skuldu fylgast á lívsleiðini í nógv ár afturat. Eg minnist tá eg í fjør helt 45 ára føðingardag, at mamma og gumma tosaðu um hvussu løgið tað var at teirra lítlu gentir nú gingu ímóti 50 árum. Vit hildu tá fyri at tað er eingin aldur. Og soleiðis kenni eg tað í dag, tú hevði ongan aldur og vart so langt frá liðug at liva. 

Tað kom sum ein skelkur fyri okkum øll, at tú brádliga gjørdist álvarsliga sjúk, og fór á Ríkissjúkrahúsið. Hóast tað hevur verið sera hart at síggja teg stríðast, so eri eg samstundis sera takksom fyri løturnar eg fekk saman við tær í Danmark.

Allarbesta Anni, vit skilja ikki tað sum er hent, og hava trupult við at góðtaka at soleiðis er. Kenslurnar sum fylla í hesum døgum eru meiningsloysi, máttloysi og órættvísi.

Góðu Gunnleiv, Tórunn, Annika, Jónas, Ninna og Ella Bjørg, tit vóru tað týdningarmesta í lívinum hjá Anni. Og eg veit at hon var ein klettur í tykkara lívið, sum nú brádliga er rivin burtur.

Men vit eiga øll nógv góð minnir, og tey kann eingin taka frá okkum.

Sum Hallur Joensen syngur, so er lívið bert ein lítil løta, men kærleikin verður verandi. 

Eg fari at enda við hesum orðum, sum eg ikki veit hvør eigur:
To keep on going
Since you’ve gone; 
the hardest thing
I’ve ever done

I wear a mask
From day to day
And try to cope
In my own way

I’ll miss you ’til
We meet again
And long for you
Each day ’til then

There’s now a hole
No one can fill
Within my heart
… I love you still

Goodbyes hurt the most when the story was not finished…

Takk fyri alt, góða vinkona.

Sunrid

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo