Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Beint nú, hesi orð vera feld á blað, verður Harry jarðaður úr kirkjuni í Sandavági, 84 ára gamal. Eg hevði so gjarna vilja verið við, men vegna mítt starv á sjónum, berst mær frá.

Harry, hesin spaki, sera stillføri fitti maðurin, er farin foldum frá. Eg kom at kenna Harry sum smádrongur. Valloyran, har sonurin Hjalmar sleit sínar barnaskógvar, var samlingspunkti í bygdini, tá íð tíðini, og gjøgnum Hjalmar kom eg at kenna Harry, miðskeiðis í hálvfjersinum.

Harry búði tá íð húsunum uttanfyri Mataránna, sum Mena og Sivar høvdu búð í. Hesin Harry, uppvaksin í Havn, tosaði flótandi Havnamál, sum hann varðveitti, alla sína tíð, flutti til Sandavágs einaferð í trýssinum, tá íð hann fann saman við konuni Jonny úr Sandavági. Tá sonurin keypti húsini frá mammuni einaferð í hálvfemsunum, flutti Harry í íbúðina í kjallaranum, og hevur búð har, inntil hann nú andaðist á Sýnini.

Jonny og Harry uppaldu tvey børn, Maud fødd í 1965, og Hjalmar føddur í 1966. Tey bæði vóru eitt serligt par, Jonny við sínum sermerkta látri og glaða sinni, og Harry, tann stillføri og meira alvorligi maðurin, við báðum beinum á jørðini. Jonny og Harry valdu tó einaferð í áttatiárinum, at fara hvør til sítt, hóast at tey allíkavæl vóru saman, búðu i sama húsið av og á. Hetta var sermerkt, og ikki vanligt, men fyri Harry og Jonny riggaði tað væl. Og á hendan hátt, høvdu børnini hjá teimum samband við bæði allatíðina, hóast at tey vóru sundurlisin. Síðani einaferð í hálvfemsunum hevur Harry havt samband við eina fitta vinkonu úr Havn, Sonja, sum hann hevur kent frá ungum árum, og hava tey havt tað gott saman.

Harry tað eg kendi hann, arbeiddi norðuri í Svartarheyggi, stóra grótbrotinum norðan fyri bygdina. Fyrstu árini boraðu teir holini við stórum handamaskinum, men áleið í 80-inum kom borivognurin, sum Harry so hevði ábyrgdina av. Hetta at bora, ein øgiligur larmur, støv og ristingar hevur allarhelst gjørt tað, at Harry bleiv sera dulur, og tí ikki altíð fekk tað við, sum tosað var, hetta gav tó onkrar stuttligar løtur hjá okkum, sum tosaðu við hann, tó ikki so stuttligt hjá honum, at liva við. Eg síggi fyri mær enn, tá hann fór gangandi norð í Svartarheygg til arbeiðis, frammvið barnaheiminum hjá mær á Steig. Harry hevði ikki koyrikort til bil, so hetta var vanligt fyri hann. Av og á koyrdi hann tó við øðrum til arbeiðis.

Av tí at sonurin Hjalmar sum unglingar flest tá, spældi fótbólt við ítróttarfelagnum í bygdini SÍF, var Harry oftani við, tá farið var av bygdini til dystir. Harry var sera áhugaður í, at sonurin skuldi blíva ein góður fótbóltsspælari, og stimbraði Hjalmar til hetta, við at gjalda so og so nógv, fyri hvørt málið, sum Hjalmar kundi skjóta í dysti. Hetta var nokk ikki eindømi, men vísir tað, hvussu áhugaður hann var, at børnini høvdu tað gott. Av tí at Harry oftani var á Valloyruni, tá sonurin var har, byrjaði hann at hjálpa til við ymiskum fyrifallandi, sum hevði við SÍF at gera. Fyrstu árini høvdu vit grúsvøll, sum kravdi sín mann at røkja, áðrenn dystur kundi spælast á Valloyruni. Vøllurin skuldi strikast við kálkmaskin, her var Harry oftani góður at heita á. Sama var við liðunum, sum sonurin spældi við. Harry vildi hjálpa til við øllum eftir førimuni, og fylgdi liðnum landi runt. Hann var íðin innkrevjari til dystir, at selja lutaseðlar, vera kontroll til dans oa í SÍF-húsinum. Hetta er ongin sjálvfylgja í dag, og eru vit í SÍF sera takksom fyri hansara íkast. sum hann legði í ítróttarfelagið í bygdini.

Eg hevði nógv samband við Harry, eisini eftir at sonurin Hjalmar og eg komu til mans, tí vit báðir vóru við til at samskipa nýggjárshaldi í bygdini. Fyrstu árini eftir 1989, tá árstali bleiv flutt av Valloyruni, norður undir Krákureiðri, norðanvert Høgafoss, hetta tí at graslíki var lagt á vøllin, og hann tí ikki kundi nýtast longur, til staðseting av árstalinum. Tað var eitt knoss, at bera oljudunkarnar á 20 ltr. niðan brekkuna, men tað klárði Harry eisini. Tað eru ríkar løtur at minnast afturá, ikki minst tey árini, tá ivasamt var, um vit kundu gera nakað vegna vánaliga veðurforsøgn. Men Harry bakkaði ongantíð út, altíð klárur. Eg minnist serliga tær løturnar, tá omma bjóðaði okkum til suppu og annað gott nýggjársaftan. Harry elskaði hetta, og oftani setti hann seg bara í stovuna frammanfyri sjónvarpinum, prátaði við ommu, meðan vit ungu tosaðu um onnur áhugamál. Harry var 33 ár eldri enn eg, og tó virkaði hann ikki so, eg vil siga, at vit báðir vóru meira vinmenn tá, hóast hendan aldursmunin á okkum báðum.

Tá fótbóltsambandi FS-Vágar bleiv stovnað í 1993, fylgdi Harry við sum hjálpari frá SÍF. Hann var sera áhugaður í, at vit í Vágum gjørdu tað sum var neyðugt, fyri at fáa eitt lið í bestu deildina hjá monnum. Í 2007 broyttist hetta samstarv til nýggja fótbóltsfelagið 07Vestur. Harry hevur hildið á við sínari hjálp, og eru tað mangir dagar og løtur, at Harry hevur hjálpt til hjá 07Vestur, hóast at sonurin gavst við fótbóltinum seinast í hálvfemsunum.

Harry bleiv abbi fyrstu ferð í 1992. Dótturin Maud, sum longu sum tannáringur flutti til Danmarkar, og hevur búð har meir ella minni síðani, átti eina dóttir, íð ber navnið Maja. Harry var sera góður við Maju, og var ein góður abbi hjá henni uttan iva. Maja er vaksin upp hjá mammubeiggjanum Hjalmari og konuni Ragnhild. Tá Maja var liðug við fólkaskúlan,flutti hon niður til mammu sína, og hevur búleikast har síðani. Hjalmar og Ragnhild hava fingið 3 børn, ein sonur er uppkallaður eftir abbanum Harry, og ivist eg ikki í, at Harry er stoltur av tí. Abbabørnini spæla fótbólt hjá 07 Vestur, og uttan iva var abbin glaður og stoltur um tað.

Seinastu árini fór heilsan at bila hjá Harry, og minni svíkti eisini. Hann var tó so framsíggin, at hann fekk sær hoyrapparat, tá hann var í sjeytiárunum, og hetta hjálpti honum væl. Hetta visti eg onki um, hendan seinasta dagin í árinum 2010, tá eg sum ráðgevi at nøkrum ungum, sum ætlaðu sær at seta blikk upp til árstali, og runt bygdina. Harry stóð og lenaði seg uppat reyða kommunuhúsinum, niðri á Loftagrund. Hann var framvegis til dystin fús, hóast at hann var eini 40 ár eldri enn hini. Eg sigi tá við tey, at Harry er her, og hann kennir alt til hetta við blikkum, men hann er so dulur, at ikki nyttar at tosa við hann. Tá svarar gamli Harry, “Halt tú kjaft Eyðun, eg hoyri hvørt orð sum tú sigur.” Hetta fer ongantíð frá mær aftur. Eg stóð sum kánus, og hini og Harry flentu um kapp. Tá hevði Harry fingið hetta vælsignaða hoyritóli.

Seinasta hálvtanna árini búði Harry á ellisheiminum Sýnini, og har fekk hann góða røkt. Hann var nú blivin so ússaligur, at hann ikki orkaði meira, og legði árarnar inn.

Um lítla løtu, so sita tit til ervi í SÍF-húsinum, húsið sum hann var góður við, og eigur mangt sporið í, bæði til hjálp og stuttleika. Hesi minnið um Harry goyma vit við gleði í minninum.

Til tykkum eftirsitandi. Faðir, vinmaður, og abbi tykkara er farin í Harrans hendur, men ríku minnini um hann eiga tit. Harry var ein hampamaður uppá allar mátar, sum tit kunnu spegla tykkum í. Hvíl í friði kæri vinur,og takk fyri títt íkast fyri bygdina og Sandavágs Ítróttarfelag.

Vegna SÍF,
Eyðun Myllá

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo