Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fyrsti royndartúrur eftir laksi við Jens Chr. Svabo apríl 1968. Á myndini síggjast Arnold, Osmund og Andrias

Fyrsti royndartúrur eftir laksi við Jens Chr. Svabo apríl 1968. Á myndini síggjast Arnold, Osmund og Andrias

Fyrsti royndartúrur eftir laksi við Jens Chr. Svabo apríl 1968. Á myndini síggjast Arnold, Osmund og Andrias

Minningarorð um Arnold K. Henriksen f. 19 januar 1937 d. 27 mai 2019 og Andrias J. Reinert f. 23 februar 1934 d. 15 september 2019.

Í apríl mánaði í 1967 lutaðist tað mær at koma í starv á Fiskirannsóknarstovuni, sum tá búleikaðist í kjallaranum úti í Tinganesi. Har arbeiddu tá 4 fólk á stovuni, Jákup Sverri Joensen, sum var stjóri, og síðani vóru Andrias Reinert og Arnold Henriksen, meðan Marjun Hansen var skrivstovukvinna.

Teir, sum eg til dagligt kom at arbeiða saman við, vóru Arnold og Andrias, báðir sjáldsamir á hvør sín hátt.

Andrias var granskari á ymiskum økjum. Arnold var lærdur stýrimaður, hevði eisini áður siglt við danska skúlaskipinum, og altíð klárur til alt.

Til tær royndir, sum gjørdar vóru á sjónum, vóru tað meira Arnold og eg, sum arbeiddu saman, meðan á landi var tað oftani saman við Andriasi.

Eftir at skrivstovan var flutt út á Debessartrøð, sótu Arnold og eg í sama rúmi, og um hesi árini kundi verðið skrivað ein heil bók.

Arnold var av mest skemtingarsomu monnum, og hann var sera lagaligur at umgangast,  vitigur og vælmeintur. Rúmið, vit sótu í, var ikki stórt, men væl gekst. Arnold roykti sum ein trolari, so tað var ikki meira, enn vit sóu hvør annan, meðan vit sótu og kannaðu aldurin á fiski við at lesa árringarnar á nitrunum.

Eg, sum var givin at roykja, tá eg var 12 ára gamal, kundi nú bara anda inn, um eg vildi hava ein guv.
Vit vóru við til at gera mangar ymiskar fiskiroyndir runt um á landgrunninum og aðrastaðni við Jens Chr. Svabo, og leigaðum skipum og bátum. Ymiskar trolroyndir, royndir eftir Havtasku, hvítingsbróðir, flatfiski, royndir eftir hýsu við flotlínu, hummararoyndir, royndir eftir jákupskel á landgrunninum og á Føroya Banka eftir stórskel, snurriváð eftir flatfiski, og síðani laksa- og svartkjaftaroyndirnar. Ja ikki var endi á royndum, og var hetta ein gevandi og lærurík tíð.

Síðstu ferð eg vitjaði Arnold var á Boðanesheiminum  áðrenn síðstu jól, og tó at hann var nógv viknaður, var hann hin sami Arnold, blíður og skemtingarsamur.

Andrias kendi eg meira frá tí, sum vit høvdu saman á landi, men tó eisini nakað á sjónum. Tað var hann, sum fyri tað mesta stóð fyri, tá vit merktu fisk og laks á landgrunninum, og onkur laksur, sum vit merktu á Fugloyarbankanum, bleiv fingin aftur í eini á heilt eysturi í Sibiria 2 ár seinni!

Andrias hevði ein sjáldsaman áhuga fyri øllum, sum livir og rørist í bøi og haga, á landi og sjógv. Eisini hevði hann stóran áhuga fyri hagreiðing av mati, og eg kom at læra tilreiðing av ymiskum fiski, sum eg ikki hevði roynt áður, og minnist væl enn, tá hann lærdi meg at roykja laks,  ja, hetta var honum í holdið borið frá Reinert síðuni, og hann dugdi so sera væl at siga frá og at læra frá sær.

Ein av fyrstu túrunum, eg var við til at merkja laks í á, var saman við Andriasi og øðrum sum t.d  Sigmund Petersen, listamálara og laksaveiðumanni, sum hevði stóran áhuga fyri at verja og fara væl um laksastovnin. Vit fóru inni í Skálabotn og niðan ígjøgnum Fjarðará, har vit skuldu merkja laks. Vit høvdu ein generator til streym við, sum vit bóru ímillum okkara.  Andrias setti streym til áarfossin, so laksarnir flotnaðu upp, so teir kundu merkjast uttan at fáa mein og vórðu síðani sleptir avstað aftur. Hetta hevði eg ikki sæð áður. Vit vóru saman til mangar ymiskar royndir á sjógvi og landi, og eisini vóru vit skjótingartúrar saman eftir haru og fugli.

Nógv skrivað liggur eftir Andrias, og somuleiðis er eisini nógv skrivað um hann í sambandi við tað, sum hann avrikaði. 

Síðstu ferð eg vitjaði hann, var um jóltíðir, so fryntligur og blíður saman við Tóru, men nógv viknaður, og røddin kláraði neyvan at syngja “Tit sum í fjøru fóru at skera tara har” – “Tit bygdu hetta land”. Ja, Andrias var ein av teimum, sum rættiliga kann sigast um: Tit bygdu hetta land.

Nú eru hesir menninir,  sum tá mannaðu Fiskirannsóknarstovuna, Jákup Sverri Joensen, hesin fryntligi stjórin, Arnold Henriksen og Andrias Reinert allir farnir um sýn.  Nú er alt bert minnir og søga, ja, ein søga, sum er Føroysku tjóðini til gagns.

Allir hesir tríggir ríkaðu mítt lív í bestu manndómsárum og góvu mær góðan førning við á ferðini.

Æra veri minni teirra.

Osmund Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo