Føroyingasøga hevði egnað seg væl til ein film, sum navnframi leikstjórin Quentin Tarantino kundi hugsast at vilja lagt navn til.
Tað heldur Yoav Tirosh sum skrivar fyri miðilin Medievalists, sum fæst við at skriva um søguligt tilfar, oftani úr einum øðrum sjónarhorni enn tí ið er mest vanligt nú á døgum.
Høvundurin heldur at søgan og persónarnar sum eru rundanum Gøtutrónd høvdu egnað seg stak væl sum tíggjundi og seinasti filmurin hjá Quentin Tarantino.
- Sum í einum Tarantinofilmi situr tú eisini eftir við eini kenslu av iva, um tað góða nú vann á tí ónda, og um hvat høvundurin ætlaði við søguni, tá tú lesur blóðdryppandi føroyingasøgu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo