BirkBlogg: Í dag var heitur hundur at fáa í litføgru Deli kioskini hjá Astu í Tinghúsgarðinum, sum er niðanfyri Sparikassagarðin, mitt í g-punktinum, sum onkur hevur kallað fólksliga talarstólin, sum er í havanum hjá G.
Her, millum tingið og býráðið, møtist miðbýarfólkið eina fríløtu at fáa sær miðmála.
Við heitum hundi í hondini møtast høg og lág at skifta orð um miðbýin, hin gamla, hin verandi og hin komandi, um útistøð, sitipláss og opnar áir, uttan at tosa tað minsta um bilar og parkeringspláss, sum taka tað mesta, nú hann grønkar á vøllunum kring okkum.
Miðbýurin er herligur. Fyri fólkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo