Fyrsta várdag í ár, mikudagin 22. februar kl 19:30, verður høvið hjá almenninginum at síggja ein romantiskan amerikanskan dansifilm í Havn.
Heitið er La La Land og longu innan frumsýningina hevur filmurin sett met, við tað at hann bæði hevur vunnið Golden Globes, Bafta-virðislønir og nú er í uppskoti at fáa 14 Oscar-virðislønir sunnudagin í næstu viku.
Bara filmarnir Titanic (1997) og All About Eve (1950) hava eins ofta verið skotnir upp at vinna høgt mettu Oscar-virðislønina. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri sýningini, sum er almenn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo