Tórsgøta: 2. februar kl. 20:00 fáa tónleikarar í Føroyum eitt nýtt og spennandi tilboð.
Tónleikarar hava leingi eftirlýst ein pall, har øll kunnu framføra. Eisini tey, sum ongantíð hava staðið á einum palli fyrr. Somuleiðis hava vit manglað eina mentorskipan, har royndir tónleikarar deila sína vitan, sparra og geva góð ráð. Well, nú er tann pallurin her, og hann eitur Ment!
Ment er ein pallur, har tú ert í tryggum hondum og kann trykkprøva títt tilfar. Vit hava syrgt fyri, at Perlan stendur klár til teg og tín tónleik. Og hevur tú tørv á einum venjingarhøli, áðrenn tú skalt framføra, so bjóða vit eisini venjingarhøli.
Og sum nakað heilt serligt, so vera tveir garvaðir og super dugnaligir tónleikarar til staðar. Mikael Blak og Torleik Mortensen fara at stuðla, vegleiða og geva tær góð ráð innan alt, sum hevur við tónleik at gera.
Tað kann vera, at tú hevur gjørt eitt lag, men ikki ordiliga veit, hvussu tú ger tað liðugt. Ella kanska tú bara vilt hava feedback? Ella vita hvussu mann brúkar ein monitor? Hesum og nógvum øðrum fáa Mikael og Torleik hjálpt tær við... og teir gleða seg at møta tær!
Tað er bara at senda okkum ein mail til torsgota@torshavn.fo. Fortel okkum, at tú hevur hug at luttaka, og so hjálpa vit tær allan vegin frá mailinum til pallin.
Ongin er for gamal, ungur, royndur ella óroyndur til at luttaka á Ment. So tað er at smekka til og senda okkum ein mail.
Tiltakið er fyriskipað av Tórsgøtu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo