Sat í november í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum og át ein góðan bita. Har var heitt og fjálgt, sjálvt um ein dámur av dimmum huglagi hekk í rúminum. Eitt sjúkrahús er einki verandi stað, hóast tað er kærkomið, tá ið sjúka rakar, og lívið hevur tað svárt.
Støða teirra, ið gingu framvið, var rættiliga ymisk. Onkur steðgaði á til eitt stutt prát. Lagið var gott. Tey høvdu fingið góð boð. Onnur søgdu eina daprari søgu. Tey høvdu fingið ring boð. Sjúkan var til deyða, og talan var um nakrar vikur, í mesta lagi mánaðir.
Mitt í hesum meldri av mannalagnum, vóru vit nøkur, ið sótu frísk og ótu eina máltíð av vælsmakkandi mati. Ein løgin kensla av vælveru blandað við skuldarkenslu. Tann gamli lærdómurin um lívsins forløg, ætlan og endamál vitjaði í sinni og hugsan.
Var tað hóskandi at vera sinnisliga í ró og javnvág á einum staði við nógvari líðing og neyð? Var tað virðiligt mótvegis teimum sjúku og teirra avvarðandi?
Hugsanin leitaði til gamlar klassiskar orðingar. Griksk heimspeki hevði ymisk boð uppá á tilverunnar skiftandi lyndi. Onkur mælti til fráhald av øllum slag, tí lívið var vandamikið. Onnur mæltu til, at lívið og tess møguleikar skuldu njótast, meðan stundir vóru. Tað kom ein dagur, tá ið einki gjørdist, – skeiðið var lokið og gøtan gingin.
Stór hugsan um eitt álvarsamt evni, og onkursvegna kendist hon ikki nøktandi. Lívið var týdningarmiklari enn eitt útgangsstøði, ið melur um eins egnu vælveru og njótan. Mær tørvaði onnur orð.
Lívið er meira enn ein sjálvvirkandi rørsla ella eitt miðvíst ætlað tiltak mær sjálvum til frægdar. Lívið hevði eina aðra breidd, eitt annað lag av hugsan og eina øðrvísi dýpd t.d. medmenniskjað, tíðin og ævinleikin.
Hugsanin valdi at dvølja við tað kenda og tað, ið kendist heimligt. Rættari er at siga, at hugsanin varð flutt av umstøðunum. Í forhøllini gingu fólk, ið valdu at fagna lívinum við dagsljósi og frískari luft. Í einum koyristóli sat ein av teirra kæru, ið hvønn dag ynskti eina stutta løtu uttandura. Øll vistu, at tað ráddi um eitt virðiligt lív, sjálvt um dagarnir fækkaðust í tali.
Tað kenda beitið, ið gav sálini føði og sinninum hvíld, var hin gamli prædikumaðurin í halgubók. Hann var vísur í síni talu, hóast eitthvørt er torskilt og at kalla ómøgulig at skilja. Men hvør er tann maður (m/k), ið til fulnar skilir lívsins forløg, tess vísdóm og tað, ið vit meta sum tilvild ella skilaloysi.
“Eg havi sæð ta plágu, sum Guð hevur givið mannabørnunum at plágast við. Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men tó so at menniskjan ikki er før fyri at skilja tað verk, sum Guð ger, frá upphavi og til enda. Tá fataði eg, at hjá teimum er einki betri enn at gleðast og gera sær til góða, meðan lívið er.” (Prædikarin 3,10-12).
Ein royndur lutur er tað, at alt hevur sína tíð. Tað er umráðandi at njóta og nýta tíðina. Einki er betri enn at gleðast og gera sær til góða, meðan lívið er.
Stundin kom til sjálvrannsakan, tí viðhvørt er líkasælan dagsins setningur. Tað kennist sum um, at tey døpru orðini hjá prædikumanninum hóska betur til veruleikan. Tað er ikki altíð stórt mál av gleði og trivnaði, og viðhvørt er lívið sum at sláa í eina dýnu, – fáfongd.
“Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, fáfongdanna fáfongd. Alt er fáfongd. Hvønn vinning hevur maðurin av allari møði síni, sum hann møðir seg við undir sólini? Ein ættin fer, og onnur kemur, men jørðin stendur um ævir. ... Alt møðir seg, so at eingin maður kann siga frá tí; eygað verður ikki mett av at síggja, og oyrað verður ikki fult av at hoyra.” (Prædikarin 1,2-4.8).
At varnast lívið og vera hjástaddur í nærveru saman við teimum, ið ein er góður við. Hugagóður at koyra rullistólin, sjálvt um vit vita, at tíðin rennur frá okkum. At stíga inn í løtuna og taka ta avbjóðing á seg, at gera lívið ríkt fyri onnur.
Tíggju ára gamal var eg í knappar tríggjar mánaðir á Ríkissjúkrahúsinum. Millum fremmand og ókend uttan næstringar. Tað vóru góð fólk, sum hjálptu mær ávegis. Leiddu ein sjúkan drong út í dagsljósi og fríska luft. Takksamur fyri hjálp og umsorgan mótvegis einum fremmandum.
Eygleiddi í november 2015 øll tey mongu, ið vóru hjástødd krevjandi løtur. Tey sótu við sjúkrasongina í drúgvar tímar og langar dagar. Tey vóru í Kristi stað og skaptu frið, kvirru og tryggleika. Kærleikin, ið gevur seg sjálvan fyri onnur, meðan lívið er. Kærleikin og nærleikin eru lívsins krúna. Amen.
Orðið: “Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: Óttast Guð og halt boð hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera.” (Prædikarin 12,13).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo