Húsarhaldsskúli Føroya hoyrir ikki heima á Biskupsstøð, vilja summar røddir vera við. Men tað er so ósatt, sum tað kann vera. Tí við skúlanum flytur ungdómurin inn í eitt øki, sum er á veg til at gerast ein mentanardepil í Klaksvík
”Eg var her fyrst”
Soleiðis verður mangan tikið til millum børn, tá ið tey gerast ósamd um eitthvørt. Hesi fýra orðini verða brúkt sum høvuðsgrundgeving fyri at fáa sín vilja, og tá svara vit vaksnu ofta:
”Nú, nú, tað skal vera pláss fyri øllum”.
Hesi orðini renna mær til hugs, nú mótstøðan móti staðsetingini av Húsarhaldsskúla Føroya á Biskupsstøð harðnar, og grundgevingarnar í størstan mun eru søguligar.
Staðsetingin á Biskupsstøð hevur eisini sína søgu fyri Húsarhaldsskúla Føroya, tí tað vóru kvinnur úr júst hesum økinum, sum fingu hugskotið til skúlan fyri góðum 70 árum síðan.
Treiskar og sterkar kvinnur, sum stríddust í fleiri ár, og hóast tað stóð á leingi at fáa skúlan góðkendan og síðan at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, so settust hesar kvinnur ikki hendur í favn, men stríddust bæði fyri og eftir at skúlin var góðkendur.
Við at byggja Húsarhaldsskúla Føroya á staðnum, haðani tær kvinnur, sum tóku tøk og stríddust kvinnuliga fyri at fáa skúlan til veruleika, vóru, byggja vit á tað, sum er farið og byrja samstundis av nýggjum. Og tað er lítið at ivast í, at tær, sum slóðaðu fyri, høvdu verið glaðar fyri at havt Nólsoyar Páll sum granna. Nólsoyar Páll er søguligur, og hansara pláss á Biskupsstøð er sjálvsagt, men eg undrist: hví útilokar annað hitt? Hví skal søgan um Nólsoyar Páll forða fyri nýggju byrjanini hjá Húsarhaldsskúla Føroya? Hví kunnu hesar megnar søgur ikki liva sum grannar lið um lið á hesum søguliga stað?
Ung flyta inn
Ungdómur virkar og býr á Húsarhaldsskúla Føroya ein stóran part av árinum, og tá ið hesin skúlin letur upp í miðdeplinum í Klaksvík, kann tað ikki vera betur rakt. Tí her hevur tú fingurin á pulsinum, júst sum ungdómurin vil hava tað. Og hesi ungu við ríkum hugflogi og skapanarevnum fara at seta lív í økið á ein heilt annan hátt enn søguligir bygningar.
Skúlin verður ein umráðandi viðspælari í einum mentanardepli, har fólk búleikast við mentanarhúsi, kappróðrarneysti, ítróttarhallum, svimjihøll, fótbóltsvøllum, rennibreyt, kaffistovum, samkomuhúsum og bókasavni í grannalagnum. Har fólk er, er lív. Og tað er júst tað, sum Húsarhaldsskúli Føroya við sínum skapanarligu kørmum skapar grundarlag fyri. Allan sólarringin.
Ung og vaksin standa á bíðilista fyri at sleppa inn á skúlan, tí tey vilja sleppa at vera partur av einum umhvørvi, har hugflog, skapanarevni og trivnaður blóma lið um lið. Her læra ung at nýta síni skapanarevni innan fyri handverk og matgerð, og harafturat eru skeið av alskyns slagi fyri øðrum, sum eisini vilja brúka síni evni, ta tíðina ongin skúlagongd er.
Skúlin er sostatt karmur um gerandisdagin hjá nógvum fólkum í øllum aldri, og hvat er betri enn eitt miðbýarøki, sum er fult av fólki og lívi? Fult av menniskjum, sum seta lív í eitt spírandi íbúgva- og handilsøki, sum liggur beint við skúla- og ítróttaøki og á staðnum, har fyrsti spírin til Húsarhaldsskúla Føroya spratt í 1951.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya
Birta Biskopstø forkvinna í nevndini
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo