FSF: – Hetta var ein góður sigur at fáa, eftir tapið í fyrsta dystinum. Vit skaptu fleiri stórar málkjansir, men høvdu ilt við at skora, umframt at tvey mál vórðu kolldømd. Tí kendist tað sum ein lætti, at vit fingu sigursmálið seint í dystinum. Men tað var fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum.
Eftir at hava tapt heldur stórt í fyrsta dystinum í UEFA menningarkappingini í Estlandi, stóðu føroysku dreingirnir eftir sum sigursharrar, tá annað umfar var á skránni, og mótstøðuliðið var Ný Kaledónia.
Úrslitið gjørdist 1-0 til Føroyar, og avgerandi málið skoraði Markus Isaksen tá góðir níggju minuttir vóru eftir at spæla. Dómarin dømdi brotsspark, Markus var settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið.
– Hendan kappingin leggur upp til, at allir í hópinum spæla minst ein dyst, og loyvt er at gera 9 skiftingar í hvørjum dysti. Tað hevur við sær, at liðini skifta nokk so fitt út í dystinum og millum dystir. Vit kunnu siga, at spælarar og menning eru í fokus, heldur enn úrslit, sigur Eyðun Klakstein.
Triðji og seinasti dystur í kappingini verður sunnudagin, og tá er mótstøðuliðið Kasakstan. Vónandi eru fleiri morgunmenn á liðnum, tí dysturin er nevniliga settur at byrja longu klokkan 8 sunnumorgunin føroyska tíð, sum er klokkan 10 lokala tíð.
Í fyrsta umfari vann Kasakstan 6-0 á Ný Kaledónia, og hósdagin spældu kasakar javnleik 2-2 móti Estlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo