Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fólkakirkjan: Vága prestagjald hevur í mong ár havt eina normering á 1,5 sóknarprest. Norðstreymoyar vestara prestagjald og Vága prestagjald hava samstarvað við atliti at sóknarprestinum við bústaði í Vestmanna.

Í januar 2019 varð eitt fulltíðar embæti játtað Vága prestagjaldi.

Norðstreymoy varðveitir tey trý embætini. Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi vera tveir sóknarprestar. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er ein sóknarprestur.

Atlit vórðu tikin til veruleikan, at Marjun í Kálvalíð longu var kallað sum sóknarprestur í omanfyri nevndu prestagjøldum. Virðingin fyri kallinum bar í sær, at farið varð undir eina tilgongd, har allir avvarðandi partar vórðu kunnaðir og hoyrdir.

Eftir samráð við kirkjuráðini í Vága prestagjaldi, Prestafelagið og Mentamálaráðið, verður boðað frá, at Marjun í Kálvalíð røkir nýggja fulltíðar embæti í Vága prestagjaldi frá 1. september 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo