Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eftir at hava útgivið sína fyrstu EP útgávu fyri bert einum ári síðani er føroyska-amerikanska Marianna Winter aftur klár, við einum spildurnýggjum staklagi.

Lagið, sum eitur Cruising, verður útgivið fríggjardagin 3.mars og snýr seg um at vilja lækka ferðina, áðrenn onkur kemur til skaða.

- Tá okkurt kennist gott, ynskir man onkuntíð at seta ferðina á MAX, men tað kann til tíðir vera enn betur, at lena seg væl aftur og njóta løtuna, sigur Marianna sjálv.

Marianna Winter er eitt av okkara heilt spennandi nøvnunum. Hon hevur eina heita, djassuta soulrødd, sum bæði er sterk, viðkvom og dragandi – ofta alt í senn – men røddin er bert toppurin av musikalska ísfjallinum, tað tykjast fleiri ummælarar at vera samdir um.

Til dømis skrivar talgilda tónleikablaðið Bands of Tomorrow soleiðis For dem af os, der har savnet den traditionsbevidste, men samtidig fremadskuende soulede R&B, er den unge sanger og sangskriver en perle, som er en skam at gå glip af.

Og stóra bretska tónleikablaðið GIGWISE skrivaði: It’s (BMM) musically and vocally smooth as butter as Marianna Winter helps you dream of your best, most badass moneymaking self – what a vibe!

Og Trúgvi Danielsen skrivar soleiðis í einum ummæli: Ljóðførissetingin var beinrakin, og tekstirnir høvdu reflekterandi góðsku, svartan humor og hugleiðingar um vantandi sjálvsálit og svikaliga sálarheilsu, alt rættiliga í zeitgeistinum og í tráð við ættarliðið hjá Marionnu, sokallaða ættarlið Z.

Sjálv hevur hoyvíksdaman familjubond bæði eystur til Japan og vestur til Kalifornia, og tónleikurin er líka altjóða og samansettur sum hennara upphav, sum samspælir meistarliga við noðurlendskum sorgblídni í føroysku fólkasálini.

Sum onkur segði: Hon er lo-fi drotningin, hon er Z-ættarliðið, hon sparkar reyv, og hon er komin fyri at verða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo