Fimm dagar eftir terrorálopini í belgiska høvuðsstaðnum, skuldi amerikanska sangarinnan eftir ætlan á pall í Forest National í sambandi við turneina «The Sweet Sweet Fantasy Tour» nú sunnudagin.
Tað skrivar VG.
Men soleiðis verður tað kortini ikki.
Á síni Twitter-konto váttar stjørnan seint fríggjakvøldið at konsertin í Brússel er avlýst.
I love my fans in Brussels and at this time I am being advised to cancel my show for the safety of my fans, my band, crew and everyone...
— Mariah Carey (@MariahCarey) 25. marts 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo