![Flagg 06](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Flagg_06.jpg)
![Flaggdagsrenning 1024x723](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/6/csm_Flaggdagsrenning-1024x723_cbf32c30bd.jpg)
![Flagg 06](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Flagg_06.jpg)
![Flaggdagsrenning 1024x723](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/1/6/csm_Flaggdagsrenning-1024x723_cbf32c30bd.jpg)
Flaggdagshaldið í Vestmanna í ár verður uttanfyri Miðhøllina í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00.
Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin. Magnus Gaard, stjóri í Miðnám, heldur røðu. Vestmanna Sangkór luttekur og vit syngja felagssang.
Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður flaggdagsrenning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár og síggjast herundir.
Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo