Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

TB er eitt av liðunum, ið hevur spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum - Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

TB er eitt av liðunum, ið hevur spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum - Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

TB er eitt av liðunum, ið hevur spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum - Mynd: Televarpið (skíggjamynd)

FSF: Neyðugt var við longdari leiktíð í trimum dystum, og longdari leiktíð og brotssparkskapping í tí eina, áðrenn hálvfinalulistarnar í ársins steypakapping hjá monnum vórðu funnir.

Fyrsta fjórðingsfinalan varð spæld í Sarpugerði í Norðragøtu mikukvøldið, har Víkingur tók ímóti AB. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 0-0, men í umdystinum setti heimaliðið gestirnar upp á pláss, og vann til endans 3-0.

Neyðugt var eisini við umdysti millum B36 og NSÍ, og í dystinum við Margáir, har EB/Streymur tók ímóti HB. Tá avtornaði vann B36 3-2 á runavíkingum, meðan HB vann 3-1 á sundalagsmonnum.

Størsti spenningurin tóktist tó at vera við Stórá í Trongisvági, har TB og B68 brustu saman. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og tá einki mál kom í umdystinum, var neyðugt við brotssparkskapping, sum tvøramenn vunnu 5-4.

Tað vera tískil Víkingur, B36, HB og TB, sum vera í glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður sunnudagin klokkan 17:00. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 29. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo