Vit duga at temja vindin, vit duga at temja havið, sum vit eiga av í rikiligt mát.
Kortini eru eingi tekin frá landsins stýri um at fyrireika havvindmyllulundir á føroyskum sjóøki.
Hettar samstundis sum Evropa skríggjar eftir alternativari orku, nú týðandi burturminkingar av kolvetnisframleiddu orkuni skulu fremjast sambært samtykta veðurlagspolitikkinum.
Í Noregi hava tey fyrireika júst hesa orkuframleiðsluna í eina tíð, og júst nú leggur norska stjórnin fram eina ætlan um havvindmyllulundir, sum skal framleiða áleið tað sum svarar til alla norsku orkunýtsluna um árið.
Tað er lítil avbjóðing fyri Føroyar at røkka slíkum málum við havvindorku.
Men stóri møguleikin hjá okkum er at kunna skapa ein týdningarmiklan vinnuveg burturúr havvindinum.
Vit eiga at gerast vindorkuútflytarar - en large - og byggja upp eina vinnugrein, við greiða endamálinum at veita orku til Evropa.
At tað so eisini styrkir okkara handilsmøguleikar á evropiska marknaðinum er bara dupultur vinningur. Vit fáa eisini triðja og helst mest avgerandi vinningin við í ætlanina. Okkara stóra íkast til eina betri veðurlagsstøðu fyri allan heimin.
Latið okkum gevast við keglinum um vindmyllurnar uppi á landi, og í felag orða eina orkuætlan fyri framleiðslu av vindi á okkara havøki.
15 ár, og 10 falt føroysku orkunýtskuna, er ein hóskandi málsetningur at seta sær.
Íleggjarar elska grønar orkuætlanir, so eingin ivi er um at fígging fæst úti í heimi (og í Føroyum við).
Men vit mugu byrja við politikkinum. Fáa valt út egnaði økir. Finna rættan útbjóðingarhátt. Fyrireika vinnuna. Samráðast við EU um keyp av orku.
Sjáldan standa vit Føroyingar við so sterkumkortum á hondini, sum í hesum leiki, og fáur er meira vindbardur enn vit.
Orðatakið sigur at tá broytingarvindarnir herja, byggja summi lívdarálir, meðan onnur byggja vindmyllur. Tað er sjáldan sannari enn í dag.
Men hettar krevur ein “frontrunner” sum onglendingar málbera seg.
Vit sakna oddvitan. Tykist sum landsins stýri lullar bæði á sjógvi og landi.
Tað er yndarligt. Brettið upp um armar, og farið til verka í stundini. Tí her hava vit nógv at vinna, og einki at tapa.
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo