So visti útvarpið í dag at bera tann leingi krógvaða boðskapin um, at okkara høgtbetalta umboðspar í London, hevur trokað seg framum bæði pensionistar, patientar og heilsumanning fyri at kradda sær persónliga vaccinu framum ta vanligu køina.
Tað er stórur munur á vanligum borgarum og republikanskum elitu-fólki.
Harra Carl Johan Jensen og tann anglosaksiska umboðsfrúgvin eru ikki beskeðin, men vilja konsekvent hava serviðgerð.
Tey hava sitið og spælt sær í Havn, meðan tey hava "fjarstýrt" eini skrivstovu í London fyri astronomiska løn.
Hann er fast appendix hjá sendikonuni, men hevur eisini sjálvur "inntøkur".
Hann er kendur sum danskarahatari, men kortini permanentur biddari og íðin tømari í hvørjum donskum kassa, hann sleppur framat.
Hann skrivar "bøkur", sum eingin skoytir um at lesa, so tað má fíggjast við donskum subsidia.
Hetta er ein sjáldsama dýrur, óforskammaður og forkelaður narcissistur, sum er undir almennari olmussu-tænastu.
Tí sleppa hann og sendifrúgvin at spreingja køina og skumpa onnur til viks.
Tað er ein national gáta, hvussu ønskriliga og ofta hesir freku snultarar hava grátið fyri Jenisi í Uttastovu um at fáa korrupt republikanskt serloyvi ella fínkulturelt privilegium.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo