Danski poppbólkurin Lukas Graham telist millum heitastu nøvnini í altjóða popptónleiki í løtuni, og í august koma teir aftur til Føroya at framføra.
Fyri tveimum árum síðani vitjaði Lukas Graham í Føroyum og hevði framúr framførslur bæði á Summar Festivalinum og í Høllini á Hálsi í Havn.
Síðani tá hevur bólkurin fingið veruligt altjóða gjøgnumbrot, og ikki minst í USA hevur tað gingið fram úr væl hjá teimum. Teir vórðu tilnevndir til tríggjar Grammy heiðurslønir fyrr í ár og fingu eisini høvi at spæla á Grammy hátíðarhaldinum.
Í august spælir Lukas Graham aftur á Summar Festivalinum, og høvuðsmaðurin í bókinum, Lukas Forchhammer, gleðir seg at sleppa aftur til Føroya at vitja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo