![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/LG.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/LG.jpg)
Í kvøld liggur Lukas Graham nummar eitt á bretska hitlistanum 'Official Singles Chart' sum tann fyrsti danskarin í 18 ár.
Tað skrivar danska TV2.
Danskarin fer fimm pláss upp á listanum við eini samlaðari sølu á 105,000 singlir, umfram 3,65 milliónir stroymingar. Lukas Graham fer framum poppnøvn sum Zayn Malik, meðan nøvn sum Justin Bieber, Rihanna og One Direction liggja á topp 10.
Sí listan her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo