Kristiliga Tíðindatænastan: Altjóða argentinski evangelisturin Luis Palau andaðist í heimi sínum í Portland í statinum Origon USA hósdagin 11. mars 86 ára gamal. Hann hevur borið upp á krabbamein seinastu trý árini.
Luis Palau er føddur 27. november 1934 í Argentina, har hann vaks upp. Fekk Amerikanskan ríkisborgararætt sum 28 ára gamal. Giftist við Patriciu Scofield, vanliga rópt Pat, í 1961. Tey búsettust í Portland í statinum Origon, har tey hava búleikast til dagin í dag. Tey eiga fýra dreingir og 12 barnabørn.
Luis og konan vitjaðu í Føroyum í 1988, har hann hevði trý stórmøtir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tí eru tað nógvir føroyingar, sum hava møtt honum og hava nógv góð minnir eftir hann.
Tí vil Kristiliga Tíðindatænastan boða frá, at familjan hevur sett jarðarferðina at verða leygardagin 20. mars kl.14:00 amerikanska tíð í heimbýnum Portland. Jarðarferðn verður á privatum støði, men verður stroymd live, og kann fylgjast á heimasíðuni luispalau.org ella á facebook.com/luispalaulive
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo