Landsgrannskoðanin: - Løgtingsgrannskoðararnir hava í áravís gjørt vart við, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, og at Húsalánsgrunnurin er ikki við í fíggjarlógini.
- Støða er heldur ikki tikin til, um heimild er fyri at halda fyrisitingarútreiðslur hjá Húsalánsgrunninum uttan fyri fíggjarlógina.
- Landsgrannskoðanin heldur, at tað er ikki nøktandi, at viðurskiftini viðvíkjandi tilknýtinum hjá Húsalánsgrunninum til fíggjarlógina ikki er komið upp á pláss.
- Um Løgtingið heldur, at virksemið hjá Húsalánsgrunninum framhaldandi skal verða hildið uttan fyri fíggjarlógina, eigur lógargrundarlagið at verða broytt, soleiðis at heimild er fyri tí.
- Húsalánsgrunnurin er ogn hjá landinum, og eigur tí eisini at verða við í landsroknskapinum, um lógarheimild ikki er fyri at halda stovnin uttanfyri.
- Hóast roknskaparupplýsingar verða latnar landsroknskapinum, er ikki samsvar ímillum grannskoðaða roknskapin hjá Húsalánsgrunninum og landsroknskapin.
- Í 2021 var munurin 120 mió.kr. Tí góðkennir Løgtingið roknskapir har tølini ikki eru røtt, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari, í síni frágreiðing um Húsalánsgrunnin frá mars 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo