Brasilska sangarinnan Loalwa Braz eigur røddina í sanginum Lambada, sum hittaði um allan heimin.
Nú er hon funnin deyð.
Sløkkiliðið á staðnum var boðsent í morgun til ein brennandi bil á strondini uttan fyri Rio de Janeiro.
Og í bilinum var líkið av Loalwa Braz funnið. Tað váttar brasilska løgreglan, skrivar TV2.
Sangurin Lambada frá 1989 lá á toppinum í 116 londum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo