Fyri tveimum árum síðan var greitt, at perur ikki fingust til Kalbakstunnilin.
Tá byrjaði LV at taka perur úr Gásadalstunlinum at seta í Kalbakstunnilin.
Sum tíðin leið gjørdist Gásadalstunnilin bara myrkari og myrkari, tí perurnar fækkaðust.
Í summar vóru so nýggj ljós sett í Kalbakstunnilin.
Í dag verða ledperur nýttar og tað hevur givið avbjóðingar í Gásadalstunlinum, tí tað kortsluttaði.
Men so kom geniala hugskotið at hava ljós í aðruhvørjari peru, og tá riggaði. Tað vil siga at annar hvør fatningur hevur peru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo