Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Á sosialu miðlunum er tað vanligt at nýta symbolir. Tað er ikki neyðugt við nógvum orðum. Eitt symbol avmyndar innihaldið, t.d. eitt hjarta ella ein nevi.

At kenslurnar avgera, hvussu vit hátta okkum, er alkent. Vit gleðast og fegnast, tá ið huglagið er ljóst. Aðrar løtur eru vit móð og kedd. Vit gráta, tá ið sorgin vitjar.

Eisini trúarinnar gleði verður ávirkað av umstøðunum. Hóast Guð er Guð, um land alt legðist oyði. Hóast Guð er Guð, um menniskjan øll doyði, so ávirka umstøðurnar.

Trúarinnar grundvøllur kennist ikki altíð eins dyggur. Viðhvørt eru vit hjálparleys, hóast vit trúgva á lívsins Guð, skapara himins og jarðar.

Skiftandi umstøður leiða okkum til Jesus. Vit kunnu søkja ásjón Guðs í bøn undir øllum hugsandi umstøðum. Hin ævigi Guð letur seg finna í tímiligari tíð á heilagum støðum ella í tí gerandisliga.

Jóhannes evangelistur fortelur søguna um sonin hjá kongsmannin í Kapernaum. At sonurin er álvarsama sjúkur leiðir pápan til Jesus. Jesus er hjástaddur mitt í tilveruni, hóast hann er ævigur alt frá upphavi.

Jesus hevði vitjað syðri í landinum. Nú var hann komin norður aftur til Kána í Galileu. Tað var í Kána, at Jesus gjørdi vatn til vín, tá ið trot var á víni í einum brúdleypi.

Tann frásøgnin endar við orðunum: “Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.” (Jóhannes 2,11).

Eitt tekin er sostatt meira enn tað, at vatn verður vín. At vatn verður vín ger kraftina, ið fremur tekini, sjónliga. Talan er um eina opinbering av Guðs dýrd.

Kongsmaðurin í Kapernaum hevur hoyrt tær lívsjáttandi søgurnar um likamliga grøðing og undurverk. Í síni dýrastu neyð, nú sonurin lá at doyggja, kemur hann til lækna teirra sjúku. Kongsmaðurin bað Jesus koma oman og gera sonin frískan.

Svarið hjá Jesusi er á ein hátt løgið. “Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.”

Kongsmaðurin var ikki órógvaður av svarinum. Hann helt fram at biðja um hjálp. “Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!”

So ljóðaðu orðini, ið gjørdu allan munin. Far tú heimaftur, sonur tín lívir. Áhugavert er tað, at Jesus nýtir sagnorðið at liva. Kongsmaðurin trúði Jesusi og fór avstað.

Ávegis heimaftur møtir hann húskøllum sínum. Teir bera honum góð tíðindi, at sonurin er livandi. Í samrøðuni verður staðfest, at sonurin varð grøddur í sama tíma, sum Jesus hevði sagt: “Far tú, sonur tín livir.”

At sonurin livir er ein sterk útsøgn. At liva er meira enn at vera frískur, tí vit kunnu vera frísk og samstundis kenna lívið avmarkað, fjøtrað og bundið.

At liva umfatar í evangeliunum hjá Jóhannesi eina lívskraft í nútíðini og í tí æviga lívinum. Tað æviga lívið er komið inn í tíðina. Tað æviga lívið er at kenna hin eina sanna Guð og tann, ið hann sendi, Jesus Krist.

Tað æviga lívið er lutur menniskjans í trúnni á Jesus Krist. Júst hesin máttur gevur áræði og styrki at taka lut í Guðs egnu endurskapan, so vit fara væl um lívið.

Hin kristna kirkjan eigur at fara væl um lívið hjá medmenniskjum okkara og ansa væl eftir “móður jørð”. Vit mega ikki darva ella dálka, skemma ella oyða tað lív, ið Guð hevur skapað upphavsins morgun.

Vit, ið hava fingið lut í tí æviga lívinum og liva í trúnni gerandis og heilagt. Tað er okkara uppgáva at geva lívinum bestu umstøður at liva og yvirliva. Vit kunnu koma til Jesus við okkara trupulleikum og avbjóðingum. Vit hava ábyrgd og eru forvaltara av Guðs góða skapanarverki og vernd teirra føddu og óføddu.

Seinasta vikuskiftið (41/2021) var ein ráðstevna um umhvørvismál hildin í Reykjavík við atliti at støðuni í Artiska økinum. Vit hava ábyrgd av, at komandi ættarlið hava eitt liviligt og burðardygt lívsgrundarlag.

Hjá føroyingum er sjógvurin grundarlagið undir tilveruni. Vit mega ansa eftir og stríðast fyri, at havið framhaldandi er lívfrøðiliga burðardygt. Tann kristna trúgvin eggjar okkum til hetta nú sum áður.

Vit skulu liva í Guðs skapandi kraft og virka samsvarandi. Vit mega gagnnýta megina í Jesu gerningi og endurskapan. Sum forvaltara mega vit vera árvakin, so menniskjan ikki verður menniskjans egni fíggindi.

Vit mega taka ábyrgd av jørðini, havinum og luftini, so umhvørvið er reint og kann verða lívsgrundarlagið hjá óføddum ættum. Vit mega steðga óskynsamari atferð, ið hóttir lívið og avmarkar umstøður lívsins. Vit mega ikki dálka havið, eitra luftina ella útnytta jørðina uttan fyrilit.

Vit kristnu kunnu vera hvør øðrum eitt tekin um Guðs góðsku og skapan. Kristnin hevur í Jesusi eitt gott útgangsstøði. Í navni hansara kunnu vit grøða lívið og endurskapa skapanarverkið. Við gleðiboðskapinum um Jesus hava vit harafturat góðar fortreytir fyri at fremja sosialt rættvísi. Amen.

Orðið: “Far tú, sonur tín livir.” (Jóhannes 4,50).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo