Mikudagin 30. desember kl. 17. 45 føroyska tíð vísir svenska sjónvarpið, SVT, filmin, sum Uni Arge og Hans Petur Hansen gjørdu um Lítlu Dímun í 2014.
Tey, sum eiga Lítlu Dímun, tóku stig til at fáa filmin gjørdan, og í sambandi við upptøkurnar vóru hvalbingar bæði eftir seyði og sigu eftir lomvigareggum.
Svenska sjónvarpið týddi filmin til svenskt, og nú er hann settur á skrá og verður sendur á SVT 2 30. desember kl. 17.45. Hann verður eisini at síggja 1. og 2. januar.
Filmurin kallast á føroyskum ”Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum” og er 71 minuttir til longdar. Á svenskum hevur hann fingið heitið ”Lítla Dímun – en juvel i havet”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo