Í oktober í 2017 gav Lisa Maria Anderssen út sítt fyrsta staklag “Lord You Carry Me On”, ið hevur verið at hoyrt heilt fitt í føroyskum útvarpi síðani.
Nú sløk tvey ár aftan á, er hon so klár við næsta staklagnum, ið kallast “One Day at a Time”.
Talan er um eina inniligan popp sang í gospel sjangruni. Eins og við lagnum “Lord You Carry Me On”, so er tað Lisa sjálv, ið hevur skrivað bæði orð og lag, meðan Niclas Johannesen hevur lagt til rættis aftur hesaferð.
“One Day at a Time” er ljóðblandað av Óla Poulsen, sum eisini hevur mastrað sangin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo