Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, sum hesaferð eru KFUK-skótarnir í Havn.
Skótaliðið í KFUK hevur ein skótadepil á Langasandi, sum er miðdepil fyri uttandura virksemi hjá skótaliðnum og gevur børnum og ungum nógvar góðar upplivingar. Hóast nógv sjálvboðið arbeiði er lagt í at gera depilin á Langasandi, er enn nakað eftir á mál at gera hann lidnan, og tí vil Lions fegið rætta KFUK-skótunum eina hjálpandi hond.
Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin týsdagin 27. juli og heldur fram ólavsøkudag, ólavsøkuaftan og fríggjadagin 30. juli. Týsdagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og fríggjadagin er opið klokkan 16-20.
Men eingin framsýning uttan listaverk og longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mikudagin 21. juli, og listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi sunnudagin 25. juli millum klokkan 16 og 18, og óseldir málningar skulu heintast aftur hósdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.
Nærri kunning um, hvussu ein kann melda seg til, sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn, og eins og gjørt hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo