Fløgan hevður fingið heitið “Linda Andrews.”
Fløguútgávan inniheldur 8 løg sum Linda hevður skriva í samstarv við m.a. Mikael Nordmark, Kára Jacobsen og Narada Michael Walden sum hevður arbeitt við sjálvastu Aretha Franklin, Whitney Houston, Mariah Carey og fleiri.
Tónleikastílurin er pop/soul/funk.
Tónleikaframleiðarir eru m.a. Mikael Nordmark, Joachim H. Jørgensen og Óli Poulsen.Tónleikastílurin er pop/soul/funk.
Løgini handla um kærleika á ymiskum hátt; tann romantiski kærleikin, at missa ein man elskar, at fyrigeva, at koma víðari og ikki minnst at finna tann størsta kærleikan.
Um nýggju útgávuna sigur Linda Andrews: “Henda fløguútgávan er serlig fyri meg og nógv av løgunum hava eisini serligan og persónligan týdning. Á útgávuni er t.d. eitt lag sum eg skrivaði fyri næstan 20 árum síðani og nógv er hent síðani, og tað er fyrst nú at eg føli at tíðin var røtt til at útgeva lagið”.
Á fløguni er bæði still og vøkur løg, samt uptempo funky løg.
Kápumyndin er málað av Anniku Á Lofti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo