Svenski sjónleikarin Maud Hansson Fissoun er deyð. Hon bleiv 82 ár. Hon gjørdist kend og vann sær pláss í hjørtunum hjá fólki sum sóu filmin um ribbaldin Emil úr Lønnebergi, sum varð tikin upp í sjeytiárunum.
Svenska Aftonbladet skrivar, at Maud Hansson Fissoun andaðist 1. oktober, men ikki fyrr enn í gjár bórust tíðindini.
Hon hevði nógvar ymiskar leiklutir, bæði í filmi og á palli, og hon arbeiddi eisini saman við kendum og viðurkendum fólkum innan filmin, eitt nú leikstjóranum Ingmar Bergman.
Men kendast var hon til sín doyggjandi dag fyri leiklutin sum kærleikssøkjandi arbeiðsgentan Lina á garðinum Kattholti í Lønnibergi, har Emil eisini búði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo