Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, fer at introdusera Oscar-virðislønta filmin Spotlight, sum Filmsfelagið vísur mikukvøldið 9. mars kl 20.
Filmurin er um Spotlight toymið, ið eru elstu gravandi journalistarnir í USA. Hesir journalistar arbeiða á avísini The Boston Globe.
Tað var í 2001 at journalistarnir fóru at kanna eina søgu um børn og ung, sum katólskir prestar í Boston økinum skuldu hava misbrúkt.
Í 2003 fekk Spotlight toymið Pulitzer virðislønina fyri avdúkandi søguna.
Men seinni kom fram, at søgan kundi verið skrivað longu í 1993. Tí hevur gravandi journalistikkur so stóran týdning í samtíðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo