Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Klokkan 7.50 í morgin kemur nýggja A321neo flogfarið hjá Airbus til Føroyar, tí ætlanin er at vita, um hetta flogfarið eisini kann brúkast í flúgving hendavegin.

Flogfarið fer avstað aftur klokkan 8.30.

Flogfarið kann taka upp til 220 ferðafólk, sum er nakað væl meira enn A319 og A320 flogførini taka sum nú verða brúkt av Atlantic Airways.

A321neo flogfarið er 44,5 metrar langt, tað vil siga einar 10 metrar longri enn A319, sum Atlantic brúkar.

Flogfarið fleyg fyrsta túrin 9. februar í ár og skal longu nú koma hendavegin.

Hví flogfarið kemur til Føroyar, hevur ikki eydnast at fáa uppspurt í kvøld, men sum skilst er tað 62N, sum tekur ímóti flogfarinum.

Spurningurin er so, um hetta flogfar fer at verða brúkt til charterferðir suðureftir, um royndin leygarmorgunin eydnast væl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo