Tórshavnar Súkklufelag: Ovast á sigurspallinum eftir 1. etapu, stóðu ávikavist Súsanna Skylv hjá kvinnum, og Jákup Petur Eliassen hjá monnum. Eftir 2. etapu skuldu tey aftur trý trin upp á sigurspallin.
Í fyrstu etapu vóru fýra kvinnur, ið kappaðust. Í dag vóru tað tvær kvinnur. Súsanna Skylv og Anida Johannesen. Súsanna vann sannførandi sigur í 1. etapu, og hon endurtók bragdið í 2. etapu.
Sigurin hjá Jákup Petur var sannførandi í Einkultstartskappingini, og tað var hann aftur í dag.
Í dag bleiv byrjað í Eysturoynni og málið var á Borðoynni. Byrjað varð á Norðskála, og so gekk leiðina til Svínáir, til Ljósáir, móti Eiði, um Eiðisskarð, um Gøtueiði, til Leirvík og so á mál í Klaksvík. Málið var við Effostøðina í Klaksvík.
Tað gingu ikki nógvir minuttir, so var bæði pulsur og ferðin í topp, og longu í brekkuni eftir Ljósáir bleiv feltið, sum í dag taldist 20 mans og tvær kvinnur, "splittað í molekylir", og skjótt vóru tað Jákup Petur, Hilmar Hansen og Bogi Gregersen, ið koyrdu frá feltinum.
Rógvi Róin, Pauli Poulsen, Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen royndu at koyra útbrotið inn aftur. Tað eydnaðist partvís. Teir fingu Hilmar og Boga aftur, men ikki Jákup Petur.
Aftur annan dagin var Jákup Petur sera væl koyrandi, og hóast Hilmar, Andrass og Gunnar saman royndu at koyra Jákup Petur inn aftur, so eydnaðist tað ongantíð. Jákup Petur økti og økti, og tá avtornaði vann hann við góðum tveimum minuttum á nummar tvey.
Eftir eina heldur ivasama byrjan, gekk nú betur hjá Gunnar. Hilmar royndi at koyra undan Andrass og Gunnar, fyrst niðan á Gøtueiði, og løtu seinni niðan úr undirsjóvartunnlinum.
Andrass koyrdi sítt javna og góða tempo, og tað gjørdi Gunnar eisini. Gunnar megnaði at minka um munin upp til Hilmar, og frástøðan gjørdist alsamt minni og minni.
Tá Gunnar sá ljósið fyri endanum av tunnlinum hevði hann fingið eitt gott hol aftur til Hilmar og Andrass. Frástøðan øktist. Motivatiónin eisini, og løtu seinni kundi Gunnar koyra um málstrikuna sum nummar tvey.
Hilmar og Andrass fylgdust, nú teir nærkaðust málinum. Endin var at Hilmar vann bronsu og Andrass, sum koyrdi ein sera góðan Einkultstart í fyrstu kapping, mátti taka til takkar við einum fjórða plássi.
Nakrar minuttir seinni komu Bogi Gregersen og Pauli Poulsen um málstrikuna. Báðir vóru teir knáir niðan á Eiðisskarð. Oman móti Funningi bleiv ferðin høg og vindurin nógvur, og hóast ein túr út í autoverjuna, so megnaði Pauli, sum kappaðist á fyrsta sinni á kappsúkklu, at halda fram, og kom hann á mál sekundir aftanfyri Boga.
Í morgin verður kappast á Sandoynni. Startur og mál verður í Skálavík. Teinurin, ið verður koyrdur er Skálavík, Sand, runt um Sandsvatn, til Húsavík og síðan til Dals, har vent verður. Leiðin gongur aftur móti Húsavík, og so til Skálavíkar. Eftir at hava koyrt runt í Skálavík, skulu súkklarar aftur til Sands, runt um Sandsvatn og síðan aftur til Skálavík, har málið er.
Kappingin byrjar kl 15, og roknað verður við, at fyrstu súkklarar koma á mál nakað áðrenn kl 17.
Úrslitið frá kappingini sæst á leinkjuni niðanfyri:
Leif Mohr Kring Føroyar 2023 - Dagur 2 | Race results | Webscorer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo