Leif Mohr: Skulu Føroyar gerast grønar, má samfelagið elektrifiserast. Tað hava serfrøðingar og politikarar staðfest fleiri ferðir seinastu árini.
- Og við næstan hundrað ára royndum innan elektrisitet, eru vit væl ílatin til hesa uppgávuna, sigur Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr, nú hann kunnger, at fyritøkan meldar seg uppí grøna orkuskiftið.
- Vit mugu lyfta okkara part av ábyrgdini, sigur stjórin, sum hevur góða undirtøku fyri nýggju kósini millum starvsfólkini.
- Vit í starvsfólkahópinum eru sera spent uppá at lyfta hesa uppgávuna, siga Kenneth Johannessen, tekniskur stjóri og Bjarni Kjærbæk, søluleiðari.
Framtíðin er grøn – og elektrisk
Elektrifiseringin av samfelagum er umráðandi, um vit skulu náa málinum um at gerast grøn áðrenn 2030. Tað hava serfrøðingar og politiska skipanin staðfest.
Tí uttan at elektrifisera samfelagið fyrst, fer grøna elorkan, vit framleiða, til spillis, um bilarnir, hitaskipanir og onnur tól framvegis nýta eitt nú olju.
- Málið er sostatt seta so nógvar løðistøðir, sólpanelir og hitapumpur upp, sum til ber, sigur Leivur Holm. Til tað hevur Leif Mohr millum annað fingið avtalu í lag við týska Viessmann, sum veitir ein av bestu hitapumpunum á marknaðinum (kanning frá 2023).
- Vit fáa nógvar fyrispurningar um hitapumpur og løðistøðir til elbilar, so vit merkja avgjørt eisini, at hetta er nakað, vit hava undirtøku fyri millum okkara viðskiftafólk, sigur Bjarni Kjærbæk, søluleiðari.
Leif Mohr varð stovnað í 1935, og er sostatt ein av elstu fyritøkunum í landinum.
- Um tú skalt tryggja eina gamla fyritøku í eini tíð, har alt broytist við so høgari ferð, mást tú tora at hugsa nýtt. Men eg meti, at við nýggju og grønu kósini fyri fyritøkuni, tryggja vit ikki bara framtíðina hjá okkara fyritøku, men eru eisini við til at tryggja framtíðina hjá teimum, sum vit lata heimin og umhvørvið til eftir okkum, sigur Leivur Holm, stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo