Í samband við at Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs verður leygardagin 4. spetember, hevur Landsverk avgjørt at stongja Gásadalstunnilin og Vatnavegin.
Gásadalstunnilin verður stongdur frá kl. 9.30 til 11.30. Vatnavegurin verður stongdur frá kl. 11.30 til 13.30. Strekkið ið verður stongt er frá rundkoyringina við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Tó verður møguligt at koyra í gjøgnum frá Miðvági kl. 13.00 og frá fløgvøllinum kl. 13.15.
Landsverk heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi á rutuni har runnið verður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo