Innsent: Kom í ítrottarhýr við “Á Sigursferð” – ein sangur, sum fagnar føroyskum landsliðsítrotti.
Jú, Føroyar eru pinkulítlar, men eisini krútsterkar. Hetta sæst aftur, tá vit ferð aftaná ferð taka stór lond á bólið, og avrikað tað, sum umheimurin helt vera ógjørligt.
Tjóðskaparkenslurnar runga, tá Benjamin, við skálkabrosi og skemti, syngur um serføroyskar eginleikar og dygdir.
Staklagið er ein síðuverkætlan, og rokkuti tónleikurin víkjur eisini frá eyðkenda folk/singer-songwriter stílinum hjá Benjamin Rajani, sum eftir ætlan kemur út við sínari debut heildarútgávu seinni í ár.
Orð og lag, sangur: Benjamin Rajani Framleiðsla, upptøkur, miks og mastering, øll ljóðførir uttan trummur: Hans Poulsen Trummur: Tórður Dam Jacobsen Sang framleiðsla, sang upptøkur: Óli Poulsen Perma: Jónsvein Mikkelsen Rættlestur og tekstlig sparring: Jákup Á Lakjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo