Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað góða við tónleikinum er, at vit kunnu leggja okkara innaru kenslur í tað vit vilja hava fram, so tað lættliga kann náa fólkið, og aftur her má eg siga at høvundin rakti plett!

Enn ein kensla av erligum og inniligum orðum, fær okkum at bera okkara fantastiska heilsuverki eina hjartans tøkk!

Ongin ivi er um, at Kemm eisini sjálvur vil bera sína persónligu tøkk, nú hann hevur sínar avbjóðingar.

Aftur her merki eg hesa samanrenningina millum tað persónliga og mentanarliga, sum ger meg forvitnan og søkjandi.

Ofta kann tað tykjast trupult at geva tað rósandi orðið, men við lagnum “Kvøða til heilsuverkið” merki eg hesa innarligu erligheitina, sum vit øll kunnu takka játtandi til!

Aftur her riggar hetta samanspælið millum tekst og tónleikaliga avrikið, so hiðandi kann eg bara nikka í tøkk – og tummilin upp!

Tað góða við góðum teksti er, at ein fær hesa kensluna av nærlagni, sum eg tími væl at leggja oyrað til og fáa nakað úr!

At Dánial so eisini dugir at seta tónan til, so hesin ikki køvir tekstin, hevur hetta eisini riggað væl og merki eitt gott samstarv millum teir báðar!

Kim Hansen hevur eisini miksað lagið væl saman, so mín og okkara uppliving skal fella væl í oyrað!

Eg hevði vilja, at tað kom meira takksemi og nakað gott úr tí, sum vit í hesum døgum hava verið vitni til.

Hetta lagið “Kvøða til heilsuverkið “er so sanniliga eitt gott boð, men kanska átti tónleikurin at komi meira við, tá brúk er fyri at fáa góða boðskapin út!

Vit eiga góðar teksthøvundar og tónleikarar, sum júst á henda hátt kunnu fáa hesa samanrenningina upp í eina hægri eind.

Her skal ikki gevast nakað stjørnudryss, men eg kann bara taka undir og senda okkara heilsuverki eina hjartans tøkk!

Fríðálvur A. Jensen

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo