![Kongress 03](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/c/csm_Kongress_03_d23f9fdcf6.jpg)
![Kongress 03](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/c/csm_Kongress_03_d23f9fdcf6.jpg)
Ein 54 ára gomul kvinna hevur fingið seks ára fongsulsrevsing fyri at fýra nakrar politistar oman gjøgnum einar trappur, tá Kongressin í USA varð álopin 6. januar 2021. Ein av politistunum datt og fekk skaða í høvdið.
Kvinnan er bert ein av yvir 1.000 fólkum úr nærum øllum statum í USA sum er skuldsett ella ákærd fyri at hava lopið á ella forða politinum at gera sítt arbeiði við Kongressina í januar 2021.
Fyribils eru 350 ákærd ella skuldsett, skrivar AP tíðindastovan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo