KVF graturlerar sanniliga Carli við nýggju bókini hann hevur givið út, og hevur havt søguna ovast í allan dag.
Eingi tíðindi eru størri enn Carli?
Annars hevur ikki nógvur aktivitetur verið á heimasíðuni sum heild.
Útvarpstíðindini tey seinastu eru frá klokkan 10 í gjár tann 3. november 2019.
Og so fæst heldur einki at vita meira um hasa søguna sum Útvarpið hevði í kvøld um, at onkur var uppsagdur upp á standandi fót í Miðlahúsinum, og var persónurin nevndur við navni.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo