Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Virðing fyri tí heilaga elur virðing fyri hinum einstaka. Tað heilaga er ikki ein liður ella eitt amboð, ið nakar til fulnar fatar ella ræður yvir. Guð er altíð størri enn okkara avmarkaða vitan. Vit gerast still og tigandi, og álvarsemi sæst í medferðini t.d. við at níga ella falla til kníggja. Guds mynd er heilag.

Vit kenna Guð gjøgnum sonin Jesus, ið opinberar faðirsins veru, stórleika og lyndi. Vit skyna í pørtum, svá ápostulin tekur til. Hóast partvíst innlit er Jesus okkum nóg mikið til friðar og frægdar, lív og æviga sælu.

Virðingin fyri tí heilaga skapar eitt eyðmjúkt sinnalag, fær okkum at hyggja inneftir, úteftir og uppeftir.

Inneftir, – vit skoða tað góða, minni góða og ónda. Um vit eru sonn, hevur einhvør nóg mikið við sjálvan seg. Yvir fyri tí heilaga Guði tørvar okkum ein frelsara, ið kann fyrigeva synd, føll og misbrot.

Týdningarmikið er at hava eina veruliga mynd av sær sjálvum og ikki eina glansmynd.

Úteftir, – vit skoða medmenniskju, teirra áskoðan, lív og lagnu. Virðingin fyri Guði avspeglast í samskiftinum við næstan. Svá vit meta um og fara við okkara medmenniskjum, soleiðis umsita vit tað guddómliga kallið at vitna um Guds heilagu tign og Jesu kærleika til mannaættina.

Uppeftir, – vit líta mót himni við bøn um Heilaga Andans fyllu, kraft og gleði. Í eyðmýkt fellur kristnin Guði til kníggja og væntar allar góðar gávur omanífrá, t.d. vit og skil, kunnleika og vísdóm, mat og klæðir.

Hendan virkna gongdin er djúphugsin. Vit hyggja inneftir, úteftir og uppeftir til tess at finna endamálið, innihaldið og stavnhaldið. Vit eru skapt í Guðs mynd og frelst til virkna tænastu millum medmenniskju.

Øll fólkasløg eru ætlað til ævigt lív í Guðs ríki.

Jarðarlívið og tað guddómliga eru tætt tengd hvør at øðrum. Um vit taka tilveruna í álvara og eru virkin í tænastuni, gerast vit amboð Guði til heiðurs og medmenniskjum okkara til gleði og signingar.

Vit eru kallað at prædika gleðiboðini um frelsu Guðs í Jesusi Kristi til øll fólkasløg og inn í hvørja lívslagnu.

Til tess at útinna tænastuna mega vit fyllast við Anda Guðs, so orðið ikki verður prædikað sum mín egni moralur og mín egna fatan av tí, ið er gott og gagnligt ella vánt og spillandi.

Ístaðin fyri útvaldar moralskar áskoðanir, ið vit aloftast hava arvað, skulu vit í Jesu navni halga tíðina til etiska hugsan í bøn og spyrja: Hvat er Guðs vilji við mær? 1)

Moralurin spyr heldur øðrvísi: Hvat kann eg brúka Guð og kristnu trúnna til við atliti at næsta mínum?

Í buddistiskum umhvørvi finst ein søga, ið lýsir tráanina eftir tí guddómliga. “Ein professari við ein lærdan vísindaligan háskúla vitjaði ein andligan buddistiskan lærara. Verturin bjóðaði gestinum ein kopp av te.

Andaligi lærarin skonkti koppin fullan og helt fram at skeinkja, hóast koppurin var fullur, og tað rann útyvir. Professarin eygleiddi, hvussu tað rann úr aftur koppinum, og segði: “Koppurin er fullur, tað kann ikki vera meira í honum!”

“Eins og hesin koppurin”, segði lærarin, “ert tú sjálvur; yvirfyltur av tínum egnu meiningum og tíni egnu fatan. Hvussu skal eg kunna undirvísa tær í buddismu, um tú ikki fyrst tømir tín kopp?”” 2)

Eisini Jesus mælir okkum til at hugsa og nýta hugflogið. Hin gylta reglan er eitt dømi: “Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.” (Matteus 7,12).

Hin gylta reglan fremur samvinnu millum trúnna og hugans kveikjandi virki. Vit fáa einki ítøkiligt svar. Hin gylta reglan eggjar til hugsan og persónliga nærveru, at vit eru kveikt og hugsandi medmenniskju til signingar fyri næstan á lívsleið okkara.

Hvat vit ítøkiliga skulu gera í lívsins skiftandi meldri, mega vit grunda yvir. Tað finst einki einfalt svar. Eitt vegleiðandi svar kunnu vit finna, um vit nýta hugflogið og ímynda okkum, at vit vóru tey neyðstøddu og spurdu: Hvat ynski eg, at onnur gera ímóti mær, nú eg eri staddur í eini svárari støðu?

Kristnin er kallað at vitna um Jesus. Vit mega vera hjástødd í tilveruni og søkja ásjón Guðs við bøn um Andans leiðslu. Vit mega vera etisk tilvitað og síggja medmenniskjað sum Guðs dýrabara skapning, so vit saman og hvør í sær síggja Jesus sum Harra og frelsara. Amen.

Orðið: “Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum (Jesu) navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.” (Jóhannes 14,26).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
1) “Orðið etikkur kemur úr grikskum máli og merkir: læran um tær meginreglur, ið skipa metingina av góðum og óndum og teirra ávirkan á rætta og skynsama atferð mótvegis øðrum menniskjum.” (JF).
2) Jakob Wolf, “Det guddommilige”, Anis 2015, bls. 26-27.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo