“Í tí løtu varð Eva mamma mín.” Orðini eigur kenda danska skøkjan Jackie Siwens um mammu sína, ið eisini var skøkja. Jackie hevur skrivað bók um sítt yrki, lív og levnað. 1)
Einastaðni í tí sosiala ella lívfrøðiliga arvinum liggur orsøkin til forløg manna. Sjáldan er lívið tilvild, heldur er talan um eina litríka og samansetta mynd.
Fimmti ára gomul fann hon mammu sína eftir eitt lív á tí fría marknaðinum. Prísurin fyri lívsins uppihald varð dýrt goldin. Hon seldi kroppin til menn, ið sambært bókini valla dugdu sær hógv.
Eva varð við barn á ungum aldri og føddi dóttrina Kirstin (Jackie Siwens), ið gjørdist einkarbarn móður sínar. Á ungum aldri fór Eva heimanífrá eftir ósemju við foreldrini. Kirstin varð verandi hjá ommuni og abbanum.
Í fyrstuni gekk alt væl. Kirstin vaks upp í tryggum heimligum umstøðum norðarlaga í Jútlandi.
Innanveggja var trivnaður. Kirkjan og sunnudagsskúlin vóru karmur um trúgv teirra gomlu, lív og atferð.
Kirstin livdi í tí trúgv, at omman og abbin vóru foreldur hennara. Hon nevndi tey mamma og pápi. Eva var fyri henni ein stórasystir.
Tann fyrsti skelkurin kom, tá Kirstin var um fermingar aldur. Omman gjørdist sjúk og doyði eftir stutta sjúkralegu. Eitt ár seinri doyði abbin, og nú var hon foreldraleys. Hin gamli hevði uggað abbadóttur sína og sagt, at góð fólk í grannalagnum vildu taka sær av henni eftir deyða hansara.
Men tað sosiala netið royndist ikki. Eva kom til jarðarferðina hjá abbanum og tók hálvvaksnu systur sína við sær til høvuðsstaðin. Í stórbýnum var lívið øðrvísi enn úti á landinum, og býarlívið merkti Evu.
Eisini Kirstin kom inn í meldurin. Tvørrandi peningur noyddi hana út á gøtuna sum átjan ára gomul. Hon seldi sín kropp og vann til lívsins uppihald. Tá ið hon byrjaði í sínum yrki sum skøkja, tók hon starvsheitið Jackie Siwens.
Ikki einans navnið broyttist. Samleikin, hin kvinnuliga tilvitanin, – sjálvsvirðið varð avlagað. Hon valdi at tálma trupulleikanum við rúsdrekka. Tómleikin vaks, og tann viknandi samleikin gjørdist ein persónlig kreppa. Eitt lív sum skøkja í tríati ár.
Ein dagin gjørdist Eva álvarsliga sjúk, og deyðin bankaði á dyrnar. Jackie tók sær av stórusystur saman við eini vinkonu. Tær leigaðu ein bóndagarð á Lollandi, eitt friðarligt stað nakað avsíðis.
Tá ið Eva lá á deyðastrá, fann dóttirin sín burturmista samleika, fann móður sína. Jackie Siwens kendi, at lívsringur hennara gjørdist heilur. Hon merkti kærleikan frá Evu, lívfrøðiligu móður síni, kendi Evu sum mammu sína.
Kærleiki, fyrigeving og royndin at greina tilveruna. Veruleikin var ikki ein bílig loysn. At fyrigeva kostaði Jackie eina áralanga tilveru sum skøkja og trettan miseydnað hjúnaløg.
Eva var bangin fyri at doyggja, og Jackie tosaði við hana um Guð. Ein prestur kom henni til hjálpar. Ein litføgur mynd av Kristi og ein lítil tómur krossur vórðu fingin til vega. Myndin av Kristi og krossurin góvu nakrar løtur við friði og nærveru millum angist og ótta.
Skøkjan, ið hevði verið virkin í áravís. Hon, ið hevði mist sín samleika og fingið sær eitt yrkisnavn. Hon, ið áður ikki kendi mammu sína, gav móður síni eina mynd av Kristi og ein kross, ið var mammuni til hjálpar á deyðastrá.
Tað finst altíð ein frágreiðing, ið varpar mildari ljós inn yvir lendið. So fáur selur sín kropp uttan orsøk.
Tvørrandi fíggjarstøða og veik sosial viðurskifti eru ein avbjóðing.
Jackie Siwens fekk frá einum presti mót til at vísa móður síni eina mynd av Kristi og ein tóman kross.
Kristus, Guðs kærleiki og heimsins frelsari. Krossurin, hin krossfesti, ið strikaði skuldarbrævið við føllum og mistøkum manna.
At fyrigeva opnar dyrnar inn til lívið. Sjálvt um Jackie metti, at fortíðin ikki kundi strikast við einum stroki, valdi hon at fyrigeva mammuni hennara tvørrandi umsorgan.
At fyrigeva er lykilin til eitt betri og eydnusælari lív. At fyrigeva er ein skapandi megi. 2)
Jesus vitjaði í Sámáriu. Hann var móður av ferðini og settist niður við Jákups brunn í Sikar til tess at rinda møðina. Her hitti hann eina kvinnu av heidnari rót, svá jødarnir hugsaðu. Hon hevði ikki verið heppin í lívinum og livdi nú saman við sætta manninum.
Hennara kvinnuliga virði var viknað. Í samtaluni við Jesus upplivdi hon nakað, ið er størri enn alt annað.
Uttan dømandi tónalag møtti hon Jesusi sum frelsara, og góðska hansara gav henni nýtt sjálvsvirði.
Hon fór frímóðiga at vitna um Jesus og vísti øðrum á frelsaran.
Amen.
Orðið: “Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?” (Jóhannes 4,29).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Heimild:
• Jackie Siwens, “Købt og betalt: mit liv som prostiueret”, Lindhardt og Ringhof 1999.
• Prædikan útvarpað úr Oyndarfjarðar kirkju, Kvf 27. august 2006.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo