Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kristina Bærendsen verður við á Summar Festivalinum í ár, og hon fer at hava konsert leygardagin á ársins festivali.

Kristina Bærendsen er millum landsins bestu songkvinnur, og sum tulkari av country- og gospelsangum er hon framúr. Hon er væl umtókt bæði í Føroyum og í grannalondunum. Fyrr í ár luttók Kristina í íslendska Grand Prixnum við sera vøkrum countrypoppsangi, og fyri kortum framførdi hon í Danmark.

Kristina Bærendsen hevur áður verið á stóra palli á Summar Festivalinum. Hon sang duett við countrylegenduni Bobby Bare, og í fjør gjørdist konsertin við henni minnilig, tí hon mátti steðgast, tá ið tað fór at regna illa inn á pallin og tøknin sveik.

Nú kemur Kristina Bærendsen aftur á Summar Festivalin við fullari manning, og lagt er upp til eina framúr seinnapartskonsert á Vágsbøi við dugnaligu songkvinnuni.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august. Mikukvøldið á midnátt hækkar prísurin á atgongumerkjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo