Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Meðan samgongusamráðingarnar ímillum CEF-flokkarnar og Miðflokkin eftir øllum at døma halda fram, hava samgongutinglimir, ella tinglimir, sum stuðla samgonguni, hesar síðstu tveir dagarnar verið neiligir yvirfyri, ella undrast á ætlanina, hjá samgonguni at fáa Miðflokkin uppí (eina nýggja samgongu). 

Fyrst var tað Sonja Jógvansdóttir, sum tók frástøðu frá samráðingunum við Miðflokkin. Hetta gjørdi hon á Facebook. Sonja tók seg úr Javnaðarflokkinum eftir løgtingsvalið í 2015, men hevur stuðlað samgonguni síðan tá. Hon segði sunnudagin, at...

- Eri ikki boðin við og gott tað sama. Tí at lata Miðflokkin aftur sleppa at seta dagskránna í føroyskum politikki er burturúr vón og viti.

Síðan var tað Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, sum undraðist. Kristin segði sunnukvøldið við VP, at...

- Samgongan vil ikki samráðast um 1-2 punkt hjá okkum, sum vit eru ósamdir um, men um eini 20 punkt hjá Miðflokkinum. Tað undrar meg og eg standi spyrjandi.

Og nú í dag rópar eisini Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi varskó á Facebook vanga sínum:

- Má bara siga sum er! At fáa Miðflokkin inn í samgonguna hóvar mær illa. Virðisgrundarlagið sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni og hesum samgonguflokkunum. Leggið handan bóltin deyðan og roynið loysnina innanveggja. Alt ber ikki til í politikki!

Sostatt er greitt, at ikki øll í núverandi samgongu eru so glað fyri samgongusamráðingarnar við Miðflokkin. Spurningurin, sum stendur eftir, er, um hetta er nóg mikið til at fáa samráðingarnar at detta niðurfyri.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo