Sambært hagtøl, ið kunnu lesast á heimasíðuni hjá tunnilsfeløgunum, er túratalið mundandi lægri í 2020 enn í 2019.
Serliga stór er minkingin í Vágatunlinum, meðan Norðoyatunnilin næstan heldur tørn.
Í januar og februar í ár var ein øking í ferðsluni samanborið við somu mánaðir í 2019.
Men í mars kom broytingin.
Korona hevur serliga rakt flogferðsluna og tað er tí ikki løgið, at talið av bilum í Vágatunlinum er minkað nógv meira enn í Norðoyatunlinum.
Longu í juni í ár hevði Norðoyatunnilin eina ferðsluøking samanborið við juni í 2019 og henda øking hevur staðið við, tó við undantaki av august, har minkingin var stór.
At eingin summarfestivalur ella sjómannadagur var hildin í ár, sæst aftur í hagtølunum í Norðoyatunlinum fyri august.
Fyrstu 11 mánaðirnar í ár hevur minkingin í Vágatunlinum verið umleið 18,3%, meðan minkingin í Norðoyatunlinum hevur verið 3,1%.
Niðanfyri er ein talva sum vísir miðalferðsluna pr. dag frá januar til november og broytingina samanborið við undanfarna ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo