Betesda: Gamli Sloan, sum hann ofta verður nevndur, var úr bygdini Dalry í Skotlandi.
Eftir at hann var komin til trúgv, kendi Sloan kall Harrans at kunngera evangeliið fyri øðrum - eitt kall, sum fyrst førdi hann til Hetlands og haðani víðari til Føroya.
Hann dugdi ikki føroyska málið og hevði avmarkaðar málførleikar á donskum, men kortini helt Sloan á at syngja, vitna og tala evangeliið fyri føroyingum.
Lívssøga Sloans er ógvuliga áhugaverd, og yvirgivni hansara ímóti Harranum er ein vitnisburður í sær sjálvum, sum Svenning av Lofti fer at greiða eitt sindur frá á møtinum í kvøld.
Svenning hevur sjálvur tænt Harranum í mong ár sum evangelistur, og í kvøld verður høvi at hoyra hann í Betesda, har eisini sangkórið fer at luttaka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo