Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Kristiliga Tíðindatænastan: Í næstu viku fáa Føroyar stóra vitjan, tá kendi og høgt elskaði bretski sangarin, Cliff Richard, vitjar á summarfestivalinum í Klaksvík.

Hann kemur at spæla hóskvøldið 04. august. Hetta er fyrsta ferðin hjá kenda Bretska sangaranum í Føroyum. Fyrst í áttatiárunum varð ein roynd gjørd at fáa hann til Føroyar - men Klaksvíkingar megnaðu bragdið at fáa størsta navni innan Bretsku tónleikasøguna til Føroyar!

Tað er einki at ivast í, at áhoyraraskarin á Vágsbøi í næstu viku fer at vera ein blandaður skari frá øllum síðum, bæði ung, miðalaldrandi, eldri, og fólk, sum ganga á møti, og fólk, sum ikki ganga møti. Cliff er 75 ára gamal, men tað er ikki tað ein sær, tá hann framførur á palli.

KOM TIL PERSÓNLIGA TRÚGV
Í 1964, tá hann var 24 ára gamal, játtaði Cliff persónliga trúgv á Jesus Kristus sum Frelsara og Harra í lívinum.

Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr, og skrivaðu, at tað at standa fram alment sum ein nýumvendur Kristin, var ein stór og djørv avgerð hjá Cliff at taka, sum vil ávirkað hansara sangkarrieru á ymiskan hátt. Tá umhugsaði Cliff at kóka niður sína tónleikakarrieru og fara á læraraskúla. Men eftir nærri umhugsan, saman við kristnum trúarvinum, valdi hann at halda fram at syngja.

Nú byrjaði hann av álvara at taka kristnar sangir við í reportuari og eisini at spæla saman við kristnum tónleikabólkum. Hann valdi at halda fram sum  tónleikari og sangari, bæði við eini kristnari og eini ikki kristnari dagsskrá, har hann royndi at finna eina javnvág, sum hann kundi liva við sum ein persónligur  trúgvandi.

Heimskendi, og í dag aldrandi evangelisturin, Billy Graham, tók Cliff til sín við opnum ørmum, og hann hevur fleiri ferðir sungið á stórmøtum hjá Billy Graham.

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Cliff vælkomnum til Føroyar, og vónar, at hann kemur at uppliva Klaksvíkina í sínum fagrasta summarbúna við logn á vík og vág - um so verður, kemur Cliff heilt vist aftur til Føroyar!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo